
Tað er ikki bert eitt beinleiðis niðurflytingarbrak á skránni, tá fjórðseinasta umfar í fremstu mansdeildini verður spælt í morgin, sunnudagin 28. september.
Sí eisini: Botnbrakið í Suðuroynni er útsett til klokkan 17.30
B36 og Víkingur hava seinastu mánaðirniar runnið kapp í stríðnum um 4. plássið. Í morgin bresta tey saman aftur.
Tey hava vunnið ein dyst hvør innanhýsis í ár - í báðum førum á heimavølli. Síðst var Víkingur greitt omaná og vann 4-2 í Sarpugerði
Verandi føroyameistararnir eru langt frá FM-stríðnum í ár men eru í løtuni tvey stig frammanfyri B36. Harvið er talan um um ein ógvuliga týðandi dyst í Gundadali í morgin.
Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur meira ráð til javnleik - tað hjá Jákup Martini Joensen kann í øllum førum ikki tapa.
4. plássið kann geva evropeiskt pláss til næsta ár. Um Víkingur endar har, so er tað vist, tí liðið úr Eysturkommunu er í steypafinaluni saman við KÍ. Um B36 yvirhálar Víking í endaspurtinum, so hevur Víkingur ein eykamøguleika at taka plássið frá B36 aftur við steypafinalusigri.
Meira um dystin í Gundadali og annað í morgin
Betrideildin 24. umfar
Sunnudagin 28. september
15.00: B36 - Víkingur
Støðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald