
Tíðliga sunnukvøldið verða nógv føroysk fótbóltseygu vend móti Stóra í Trongisvági.
Um ikki NSÍ missir stig í Sørvági í dystinum, sum byrjar klokkan 15, so verður dysturin hjá B68 og KÍ ikki endaliga avgerandi fyri føroyameistaraheitið.
Sí eisini: Árni Frederiksberg og hinir eru ógvuliga nær føroyameistaraheitinum
Í Suðuroyaruppgerðini er ógvuliga spennandi líkamikið hvat - so at siga alt. Taparin fer at hava ógvuliga vánaligar fyritreytir í mun til at yvirliva, og serliga um tað verður TB. Aldursforsetin er tvey stig aftanfyri FC Suðuroy og TB og harvið tvey stig frá strikuni.
Støðan:
Dysturin skuldi upprunaliga byrja klokkan 14.30 sunnudagin 28. september, men hann er nú útsettur í tríggjar tímar - til klokkan 17.30.
Hetta er vegna veðrið og harvið broytingar hjá Galaxy í morgin, leygardagin. 2. deildardystirnir hjá TB og FC Suðuroy, sum skuldi vera leygardagin, eru fluttir til sunnudagin klokkan 14. Hetta so at ávikavist Skála og AB kunnu koma suður til dystirnar.
Harvið spæla næstbestu liðini hjá TB og FC Suðuroy klokkan 14 sunnudagin, meðan bestu liðini bresta saman til lagnudyst í fjórðseinasta umfari í Betrideildini klokkan 17.30.
B36 og Víkingur spæla lykladyst í stríðnum um 4. plássið klokkan 15 sunnudagin - sí alla skránna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald