Hondbóltur

Næsta fetið verður tikið í dag

Høvuðsumfarið byrjar við seks dystum í dag. Noreg hevði trupulleikar av Niðurlondum í gjár, men hevur, eins og Týskland, Danmark og Egyptaland, fýra stig við sær víðari úr fyrra bólkaspælinum.

Svensku vertirnir bresta í kvøld saman við Ungarn. Nú harðnar mótstøðan helst nógv hjá evropameistarunum (Mynd: EPA)

Svensku vertirnir bresta í kvøld saman við Ungarn. Nú harðnar mótstøðan helst nógv hjá evropameistarunum (Mynd: EPA)

2023-01-18 10:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bólkaspælið í HM-endaspælinum kom at enda í gjárkvøldið, tá átta dystir vórðu spældir.

Egyptaland, Týskland og Danmark vunnu øll stórsigrar fyri at spæla seg víðari við fýra stigum. Tað eydnaðist eisini hjá Noreg at vinna sín bólk, men tað var við tógvið stríð. Niðurlond høvdu eina leiðslu við fýra málum í steðginum í bólkafinaluni, men í seinna hálvleiki fekk Noreg skil á verjupartin, bert sjey mál komu inn, og norðmenn vunnu við einum máli.  

Úrslitini í gjárkvøldið:

17.00:
Algeria - Týskland 21-37  (Bólkur E) 
Norðurmakedónia - Argentina 26-35 (Bólkur F)
USA - Egyptaland 16-35 (Bólkur G)
Belgia - Bahrain 28-30 (Bólkur H)

19.30
Katar - Serbia 24-34 (Bólkur E)
Niðurlond - Noreg 26-27 (Bólkur F)
Kroatia - Marokko 36-24 (Bólkur G)
Tunesia - Danmark 21-34 (Bólkur H)

Av hesum eru Algeria, Norðurmakedónia, Marokko og Tunesia ikki víðari. Iran, Grønhøvdaoyggjarnar, Belgia og USA eru søgulig. Hesi hava ongantið áður spælt seg víðari í einum HM-endaspælið.

Trý lið úr hvørjum bólki komu víðari, men tað verður ógvuliga torført hjá teimum við ongum stigi at koma víðari úr høvuðsumfarinum, har trý umfør eru; tey sum hava fýra stig við sær hava eisini góðan fyrimun. Tveir bólkar eru bólkaðir saman, og liðini spæla móti teimum, ið tey ikki hava frammanundan.

Fyrsta umfar er í dag, har Svøríki og Ísland eru millum tey, ið skulu spæla. Liðini spæla annaðhvønn dag fram til og við mánadagin. Fjórðingsfinalurnar eru á skránni um eina viku, mikudagin 25. januar.

Høvuðsumfarið

Bólkur I
1. Spania 4 stig
2. Frakland 4 stig
3. Slovenia 2 stig
4. Montenegro 2 stig 
5. Pólland 0 stig 
6. Iran 0 stig

Dystirnir í dag - mikudagin 18.01:
14.30: Iran - Slovenia
17.00: Frakland - Montenegro
19.30: Spania - Pólland

Bólkur II

1. Svøríki 4 stig
2. Portugal 2 stig
3. Ísland 2 stig
4. Ungarn 2 stig
5. Brasil 2 stig
6. Grønhøvdaoyggjarnar 0 stig

Dystirnir í dag - mikudagin 18.01
14.30: Portugal - Brasil
17.00: Grønhøvdoyggjarnar - Ísland
19.30: Svøríki - Ungarn


Bólkur III
1. Noreg 4 stig
2. Týskland 4 stig
3. Serbia 2 stig
4. Niðurlond 2 stig
5. Katar 0 stig
6. Argentina 0 stig

Bólkur IV
1. Danmark 4 stig
2. Egyptaland 4 stig
3. Kroatia 2 stig
4. Bahrain 2 stig
5. Belgia 0 stig
6. USA 0 stig

Fara í gongd hósdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder