Fótbóltur

Næstbesta deildin fer eisini í gongd um vikuskiftið

NSÍ og Víkingur leggja út fríggjakvøldið - niðurflytarnir AB og Skála hittast á Argjum leygardagin.

AB og Skála skulu stríðast um stig (Mynd: Sverri Egholm)

AB og Skála skulu stríðast um stig (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-03 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betrideildin hjá monnum og 1. deild hjá monnum fara í gongd í vikuskiftinum.

AB, Skála, B71 og FC Suðuroy hava møguleika at flyta upp. Tey bæði fyrstnevndu fluttu niður í fjør eftir soltna úrttøku, og júst hesi liðini hittast á Argjum í 1. umfari. Skála má metast at vera favorittur, tí liðið hevur hildið fast í nógvum av leikarunum og hevur fingið góð úrslit í venjingardystunum móti liðum í Betrideildini. 

Tveir aðrir dystir verða leiktir leygardagin - B71 og FC Suðuroy eru bæði á heimavølli.

Eysturoyaruppgerð verður fríggjakvøldið, og sunnukvøldið seta næstbestu liðini hjá HB og EB/Streymur sloyfu á 1. umfar.

1. umfar í 1. deild
Fríggjadagin 05.03

NSÍ - Víkingur

Leygardagin 06.03
14.00
B71 - KÍ

FC Suðuroy - B36

15.00: AB - Skála

Sunnudagin 07.03
18.00: HB - EB/Streymur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder