Teir sum spældu lítið ella einki í gjár hitaðu upp við fótbóltsdysti, har teir spældu yngru móti eldru. Sum Teis Horn Rasmussen spáddi, vunnu teir eldri trygt og sum vant.
Síðani hitaðu teir armar og málverja upp, áðrenn ein longri skotkapping var: Útispælarar móti Nicholas Satchwell.
Í hinum endanum vandi Pauli Jacobsen refleksir saman við málmansvenjaranum Tom Jensen - við tennisbóltum.
Teis fekk viðgerð fyri eyma tjúkkan - frá Tom ið eisini er fysioterapeutur og sum nú hevur longt sáttmálan við HSF - og fleiri hugdi mestum bara at. Menn høvdu tó styrkisvant í Burn fyrrpartin. Slíkt er ofta gott dagin eftir dyst.
Ein sum var í inniskóm var vongurin Leivur Mortensen, ið eins og Teis Horn Rasmussen spældi ein góðan dyst í gjár. Hoyvíkingurin spælir til dagliga í næstbestu donsku deildini. Hann greiddi millum annað frá, hvussu skráin hjá hópinum sær út, og hvussu kenslan er eftir stóru upplivingina í gjár.
Sí eisini: Leivur: Havi droymt um hetta síðani man var smádrongur
Í morgin venja allir í hópinum saman aftur, og leygardagin gongur leiðin - umvegis Danmark og Sveis - til Eysturríkis, har seinasta uppgávan í EM-undankappingini er á skránni. Fáa Føroyar stig, so er EM-plássið tryggjað.
Portalurin verður við á túrinum til Eysturríkis. Tað vil siga, at vit hava landsliðstilfar allar teir næstu dagarnar og fylgja føroysku monnunum tætt í royndini at koma til EM-endaspælið 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald