
Intersport Summer Cup var í vikuskiftinum í Gundadali, á Argjum og í Hoyvík. 120 lið luttóku frá U7 upp til og við U15.
Árliga kappingin var tann størsta nakrantíð, og fyriskiparin, Andrass Thomsen, er vælnøgdur:
- Kappingin eyðnaðist sum heild sera væl. Vit høvdu tó nakrar avbjóðingar við U7 til U9 dystum, har tað komu nakrar seinkingar. Vit hava tó nakrar loysnir í huga, til hvussu vit gera hetta ørðvísi til komandi ár. Veðrið var á góðari leið, so tað hjálpur altíð væl.
Fyri fyrstu nakrantíð var útlendsk luttøka til Summar Cup. Hetta eydnaðist eisini væl:
- Útlendsku gestirnir vóru væl nøgdir, og hava longu ætlanir um at koma aftur komandi ár.
Nøkur fakta um Summar Cup:
296 dystir leiktir, 1498 mál skotin (5 í miðal); 5 dystir avgjørdir uppá brotsspørk
Vinnarar:
U7 Dreingir: Blue Brothers (KÍ U7)
U7 Gentur: B36
U8 Dreingir: Nonnufrensarnir
U9 Dreingir: VitEruB36
U9 Gentur: Skála
U11 Dreingir Dreingirnir á Eysturvøllinum
U11: Gentur Giza Hoyvík
U13 Dreingir Giza Hoyvík
U13 Gentur SB (Skála)
U15 Dreingir: B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald