Fótbóltur

Nathan Ake er nú City-leikari

Hálendski verjuleikarin er keyptur úr Bournemouth fyri 41 milliónir pund.

Nathan Ake vinnur her nærdyst við Harry Kane (Mynd: EPA)

Nathan Ake vinnur her nærdyst við Harry Kane (Mynd: EPA)

2020-08-07 07:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst í juni varð greitt, at Bournemouth noyddist tungu leiðina úr Premier League niður í The Championship. Síðani er kunngjørt, at samstarvið við Eddie Howe, ið førdi liðið úr Suðuronglandi úr fjórðbestu deildini upp í Premier League, er endað. 

[object Object]Howe, eftir at niðurflytingin gjørdist veruleiki (Mynd: EPA)

42-ára gamli venjarin er ikki tann einasti, ið ikki fylgir við Bournemouth niður í næstbestu deildina. Ikki óvæntað fór Nathan Ake til eitt stórt felag. Í gjár gjøgnumførdi hann eina læknakanning í Manchester, og so varð greitt, at Ake er næsta innkeypið hjá felagnum við teimum sera ríku eigarunum úr Miðeystri. Manchester City fekk fyrr í vikuni Ferran Torres til felagið - áleyparin skiftur úr Valencia.

Ake hevur eisini verið settur í samband við grannarnar, United, og við Chelsea. London-felagið leigaði hann til Bournemouth í 2016, og nakrar mánaðir seinni gjørdu partarnar eina keypsavtalu. Chelsea hevði ein møguleika at keypa 25-ára hálendska landsliðsleikaran aftur, ein sokallað "buy-back clause" var tilknýtt, og liðið hjá Lampard hevur tørv á styrki til verjupartin, men ístaðin endaði Ake í City.

[object Object]

Talan er um eina keypsavtalu sum hevur virði á 41 milliónir pund - útvið 340 milliónir krónur - og Nathan Ake hevur skrivað undir ein fimm-ára sáttmála. 

Manchester City endaði á 2. plássi í Premier League farna kappingarár við 81 stigum. Liðið spælir í kvøld seinnu áttandapartsfinaluna móti Real Madrid í Champions League. Fyrra dystin vann liðið hjá Guardiola 2-1, so útgangsstøði er gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder