Lutakastið til bólkabýtið í UEFA Nations League er fyri løtu síðani av. Greiða skuldi fáast á, hvussu spælast skal í teimum fýra deildunum í heyst.
Deildirnar A, B og C hava 16 lond. Niðasta deildin hevur bert sjey lið - tey lægst styrkismettu í Evropa. Føroyar eru eitt av teimum. Deild D varð trekt fyrst, og tá fyrrverandi Arsenal og Ongland-málverjin, David Seamen, tók Føroyar úr pottinum, varð greitt, at føroyska liðið í heyst skal spæla móti Malta, Andorra og Lettlandi.
Tey bæði síðstnevndu fekk føroyska landsliðið fýra stig ímóti í undankappingini til EM 2018 (ein sigur og ein javnleik) Malta vóru Føroyar í bólki við til fyrstu útgávuna av Nations League, ið var á heysti 2018. Føroyar vunnu á Tórsvøll og spældu javnt á Malta. Í EM-undankappingini í fjør endaðu Føroyar aftur í bólki við Malta. Har byrjaði undnakappingini við tapi á Ta' Qali leikvøllinum, men í seinasta heimadystinum hjá Lars Olsen og Atla Gregersen vunnu Føroyar 1-0 á Malta.
Les eisini: Til Andorra, Malta og Lettland
Tað er eiki atgongurmerki til endaspæl uppá spæl. Vinnarin av deild C, B og D flytur eina deild upp. Lutakastið háttaði seg á hendan hátt:
Deild A:
Bólkur 1: Pólland, Bosnia, Italia, Holland
Bólkur 2: Danmark, Ísland, Belgia, Ongland
Bólkur 3: Kroatia, Svøríki, Frakland, Portugal
Bólkur 4: Týskland, Ukreina, Spania, Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald