Í heyst er Nations League á skránni, eins og tað var á heysti 2018. Føroyar eru aftur í Deild D, sum er niðasta deildini. Munurin hesaferð er, at bert sjey lið eru í deildini - seinast vóru 16.
Harvið kunnu Føroyar bert trekkja seks ymisk lið men koma møguliga faftur at vera í bólki saman við trimum øðrum liðum. Føroyar eru styrkismettar og koma undir øllum umstøðum at trekkja eitt annað lið úr potti 1 og eitt úr potti 2. Spurningurin er so, um liðið hjá Håkani Ericssyni fær eitt lið úr potti 2 afturat, so at bólkurin telur fýra lið. Í so fall skulu seks dystir leikast (tveir í september, tveir í oktober og tveir í november). Um bert trý lið verða í bólkinum skulu fýra dystir leikast.
Í niðastu deildini eru tey sjey landsliðini, ið eru lægst styrkismett í Evropa. Merkisvert er, at Føroyar hava vunnið á øllum londunum, ið eru í deildini - ímóti Gibraltar og Liktenstein hevur talan verið um venjingardystir.
Deild D verður trekt fyrst, og síðani hinar deildirnar ið allar telja 16 lið. Lutakastið verður í Amsterdam og byrjar klokkan 17.00.
Deild D:
Pottur 1: Gibraltar, Føroyar, Lettland, Liktenstein
Pottur 2: Andorra, Malta, San Marino
Deild A:
Pottur 1: Portugal, Holland, Ongland Sveis
Pottur 2: Belgia, Frakland, Spania, Italia
Pottur 3: Bosnia, Ukreina, Denmark, Svøríki
Pottur 4: Kroatia, Pólland, Týskland, Ísland
Deild B
Pottur 1: Russland, Eysturríki, Wales, Kekkia
Pottur 2: Skotland, Noreg, Serbia, Finnland
Pottur 3: Slovakia, Turkaland, Írland, Norður Írland
Pottur 4: Bulgaria, Ísrael, Ungarn, Rumenia
Deild C:
Pottur 1: Grikkaland, Albania, Montenegro, Georgia
Pottur 2: Norður Makedónia, Kosovo, Hvítarussland, Kýpros
Pottur 3: Estland, Slovenia, Litava, Luksemburg
Pottur 4: Armenia, Aserbadjan, Kasakhstan, Moldova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald