Fótbóltur

Nations League: Lutakastið verður klokkan 17

Tá verður greitt, hvørji lið Føroyar hitta í heyst. Til ber at fylgja við beinleiðis bloggi á Portalinum - seinni hoyra vit frá landsliðsvenjaranum.

Hanus Sørenen skorar sítt seinna mál í 4-0 sigrinum á Montenegro í HM-undankappingini í fjør, har Føroyar settu fleiri met. Montenegro er í ovasta styrkisbólki í lutakastinum - Føroyar í tí triða pottinum (Mynd: Sverri Egholm)

Hanus Sørenen skorar sítt seinna mál í 4-0 sigrinum á Montenegro í HM-undankappingini í fjør, har Føroyar settu fleiri met. Montenegro er í ovasta styrkisbólki í lutakastinum - Føroyar í tí triða pottinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-12 09:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið hevur tveir venjingardystir, umframt venjingarlegu í mars (í Dubai), og aftur tveir venjingardystur í juni. 

Sí eisini: Føroyska landsliðið fær forkunnuga uppgávu í mars

Fyrstu kappingardystirnir í 2026 vera í september. Síðani í oktober og tveir teir seinastu í november. Hetta er í Nations League Deild C.

Lutakastið um, hvørji fýra lið enda í bólki saman, verður í Brússel í dag. Hetta byrjar klokkan 17 føroyska tið.

Les eisini: Yvirlit: Hesi liðini kunnu Føroyar draga í dag

Talan er um spennandi lutakast: Ein tættur bólkur kann væntast. Føroyar eru í næstniðasta styrkisbólki í næstniðastu deildini; í báðum førum av fýra.

Portalurin hevur beinleiðis blogg, har vit fylgja lutakastinum, sum eisini sæst á heimasíðuni hjá UEFA

Í tíðindunum á middegi á FM1 hoyra vit frá landsliðsvenjaranum Eyðuni Klakstein 

Nations League Deild C

Føroyar draga eitt lið úr hesum styrkisbólkinum:
Pottur 1: Ísland, Albania, Montenegro Kasakstan

Eitt annað úr tí næststerkasta:
Pottur 2: Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia 

Og eitt triðja og seinasta hiðani:
Pottur 4: Moldova, San Marino, Lettland/Gibraltar og Luksemborg/Malta

Føroyar eru í styrkisbólki trý við Belarus (Hvítarussland), Kýpros og Estlandi. Harvið kunnu føroyingar ikki enda við at spæla móti nøkrum av hesum í Nations League

Sí eisini: Petur Knudsen ynskir sær Ísland, Bulgaria og San Marino

Les og hoyr eisini: Jóan Símun Edmundsson: - Eg dugi ikki at síggja at har eru nøkur lið, vit ikki kunnu vinna á

Til ber at fylgja lutakastinum í stroyming á heimasíðuni hjá UEFA - og í beinleiðis bloggi á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder