Hondbóltssamband Føroya hevur gjørt stuðulsavtalu við shippingfyritøkuna Navigare.
Sáttmálin varð undirskrivaður við Trøllaklett í Søldarfirði, har Bárður Højgaard, partaeigari, skrivaði undir vegna Navigare og Gunn Ellefsen, vegna Hondbóltssamband Føroya.
Um fyritøkuna skrivar hsf.fo, at hon er sett á stovn av Højgaard familjuni og øðrum í 1966. Í byrjanini hevði fyritøkan bert sandbátar, men hevur hon flutt seg meira yvir á fraktvinnuna. Seinastu árini er fyritøkan veruliga vaksin og eigur í dag 11 skip, og leigar hartil í 3 skip í løtuni, sum fyri tað mesta sigla í norðara partinum av Evropa. Fyritøkan hevur 150 fólk í starvi og liggur høvuðsskrivstovan í Søldarfirði, har ellivu fólk starvast, meðan logistikk deildirnar liggja í Norra og Skotlandi við níggju starvsfólkum.
Til nýggja samstarvi viðmerkir Bárður Højgaard, at Navigare og HSF hava nógv til felags: Stóran vøkstur bæði her heima og altjóða.
- Hondbóltur, sum ítróttagrein, hevur søguliga ikki fylt allarmest á eystara armi av Skálafjørðinum, men hava vit eisini lagt til merkis góðu gongdina, og eru vit fegin um at stimbra enn meira um eina ítróttagrein, sum nú veruliga er nakað allir føroyingar kunnu savnast um og vera ernir av.
- Tað er sera gleðiligt, at fólk og fyritøkur úr øllum landinum standa saman um landsliðini og hondbóltin í Føroyum. Hetta er tað, sum hevur lyft okkum seinastu árini og eisini skal bera okkum enn longur framm, nú okkara størstu og mest avbjóðandi uppgávur standa fyri framman í næstum, sigur Gunn Ellefsen um nýggja samstarvið.
Avtalan við Navigare Shipping inniber millum annað, at fyritøkan nú verður ein av sjónligu stuðlunum á klæðunum hjá landsliðunum. Avtalan er galdandi fyri 2022 og 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald