Tveir dystir vóru í Høllini á Skála í gjár; ein í SMS-deildini og og ein í Okkara-deildini. Í báðum førum var Neistin á vitjan.
Eins og væntað varð vunnu kvinnurnar hjá teimum bláu greitt. Neistin rann frá StÍF í 1. hálvleiki og avgjørdi dystin. StÍF hevur framvegis bert fingið eitt stig, meðan Neistin kom uppá 17 stig við sigrinum- trý stig eru niður til H71 og fýra til Kyndil, ið tó hevur leikt ein dyst færri.
Hjá monnum megnaði útiliðið eisini at fáa ein stórsigur við heim. Í 1. hálvliki leikaði rímiliga javnt á, men tíðliga í 2. hálvleiki trekti steypavinnarin frá. Høgni Zachariassen var í hopla fyri gestirnar; vinstri vongurin skeyt heili 14 mál.
StÍF hevur einki at spæla fyri. Neistin er nú oddalið, og hevur leikt eins nógvar dystir sum VÍF og H71, ið eru tvey stig aftanfyri. Sunudagin hittast Neistin og Kyndil til endurtøku av steypafinaluni.
SMS deildin 07.03
StÍF - Neistin 15-32
Toppskjúttar: Fríða á Dunga 7, Rebekka Zachariassen 4
Okkara deildin 07.03
StÍF - Neistin 21-34 (11-14)
Toppskjúttar: Høgni Zachariassen 14, Rani A. Højgaard 7
Hondbóltur
Neista-liðini vunnu stórsigur á Skála
Mennirnir hjá Neistanum løgdu seg á odda í Okkara deildini í gjárkvøldið, har Høgni Zachariassen skoraði 14 mál; kvinnurnar økti um munin niður til H71 og Kyndil.
Høgni Zachariassen var flúgvandi fyri Neistan á Skála í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-03-08 07:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald