Hondbóltur

Neistin fingið bestu byrjanina í SMS-deildini

(Yvirlit) Liðið hevur vunnið báðar dystirnar - í dag vunnu Neistin, Kyndil og VÍF á útivølli. Hjá monnum hevur Kyndil lagt seg á odda.

Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði 10 mál í Klaksvík í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy skoraði 10 mál í Klaksvík í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-17 22:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í fremstu hondbóltsdeildunum vórðu spældir seinnapartin. Í øllum dystunum endaði tað við útisigri. Yvirlit sæst niðast.

Kyndilsmenn hava havt tunga gongd seinastu árini, men nú sær út til, at vend er komin í. Danir og afturvendir Kyndlamenn hava styrkt um liðið, og í dag vunnu teir í grønum á Skála. Útiliðið var á odda við tveimum málum í steðginum, og tvífaldaði leiðsluna samanlagt í 2. hálvleiki.

Stóri spælarin var William Skovsager. Danski bakkurin skoraði 10 ferðir í javnleikinum móti Neistanum týskvøldið og sær harvið út sum ein fongur hjá Kyndli, sum hevur fingið stig í báðum sínum dystum og er oddalið í løtuni. StÍF er einasta liðið við tveimum dystum, ið ikki hevur fingið stig.

Neistin og Team Klaksvík hava spælt í European Cup hetta vikuskifti, og tí vóru bert tveir dystir á skránni í landskappingini. Bæði liðini taptu greitt samanlagt men úrslitini í seinnu seinnu dystunum í dag vóru betri.

Sí eisini:  Aftur evropeiskt tap hjá Neistanum og Team Klaksvík

Betri menn
Í dag, sunnudagin 17.09
StÍF - Kyndil 25-29 (14-16)

Toppskjútti:
William Skovsager 12 mál 

Sí dómaraseðlan her

Í gjár, leygardagin 16.09
KÍF - H71 22-32 (10-13)

Toppskjútti: Ísak Vedelsbøl 9 mál

Sí dómaraseðlan her

Stigatalvan


Neistakvinnurnar vunnu stórt á grannunum í 1. umfari, og í dag fingu tær skjótt tamarhald á dystinum í Klaksvík. Sigurin kom sum so ongantíð í vanda, og Neistin hevur fult stigatal. Maria Pálsdóttir Nólsoy var í hopla í dag við millum annað 10 málum.

Í Vági helt toppskjúttin Durita Krosslá Hjelm lív í við nøkrum málum á rað beint fyri steðgin. Vestmannakvinnur fóru tó frá vertunum eftir steðgin, og VÍF fekk harvið síni fyrstu stig. VB er einasta liðið við ongum stigi eftir tvey umfør.

Tað leikaði rímiliga javnt á fyri steðgin á Skála, men tað tók tíggju minuttir hjá StÍF at skora í 2. hálvleiki. Tá vóru tær grønu komnar á odda við tíggju málum, og talan gjørdist um stórsigur til Kyndil, ið er Turið Arge Samuelsen fyriuttan.

Í gjár vann EB á greipuvinnarunum úr Hoyvík.

SMS-kvinnur
Í dag, sunnudagin 17.09

Stjørnan - Neistin 24-29 (10-16)


Toppskjúttar:
Maria Pálsdóttir Nólsoy 10 mál, Bjørk Franksdóttir Joensen og Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 6 mál - Sonja Sirdal á Bergi 6 mál

Sí dómaraseðlan her

StÍF - Kyndil 20-33 12-15 

Toppskjúttar:
Bára Krossteig Hansen 7 mál, Nadja Pejovic 6 mál

Sí dómaraseðlan her

VB - VÍF 22-29 (13-14)

Toppskjúttar: Durita Krosslá Hjelm 10 mál - Rannvá Olsen 8 mál, Bjørg á Líknagøtu 7 mál

Sí dómaraseðlan her

Í gjár, leygardagin 16.09
EB - H71 31-30 (14-16)

Toppskjúttar:
 Nukaaka Petrussen Lyberth 14 mál, Talita Alves Carneiro 10 mál - Elsa Egholm 7 mál

Les eisini: EB koppaði H71

Stigatalvan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder