Hondbóltur

Neistin og H71 skulu reisa seg

Kvinnurnar hjá StÍF og mennnir hjá VÍF hava fyrimunin undan FM-finalum nummar tvey, ið verða leiktar í kvøld. StÍF spælir møguliga uttan Haruku Gimu.

VÍF vann við fimm málum sunnudagin - í kvøld verður spælt í Hoyvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF vann við fimm málum sunnudagin - í kvøld verður spælt í Hoyvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-14 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hjá bæði monnum og kvinnum verða FM-finalur nummar tvey leiktar í kvøld, og tað kann gerast stórur spenningur í Hoyvíkshøllini og í høllini á Skála

FM finalur 2 - mikukvøld 14.04
Kvinnur:
 18.00 StÍF (1) - Neistin (0)  live.hsf.o, FM1

Menn: 20.00: H71 (0) - VÍF (1) - KVF, live.hsf.o, FM1


Talan verður um søguligt kvøld á vestara armi av Skálafjørðinum, har kvinnurnar hja StÍF fyri fyrstu ferð skulu hýsa einari FM-finalu. Frískligi vindurin í kappingini í ár rakti Høllina á Hálsi sum ein stormur sunnudagin, tá StÍF, við einum ógvuliga sterkum og larmandi stuðli aftanfyri seg, var rímiliga greitt omaná í 1. hálvleiki, ið endaði 11-15.

[object Object]

Tað er helst eingin ivi um, at tað av álvara verður lív í á Skála í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
StÍF skal í kvøld royna at skaffa sær tríggjar "dystarbóltar"  í finalunum - Neistakvinnur skulu reisa seg (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Haruka Gima - her í hálvfinaludysti í Hoyvík - er sera torfør at hava við at gera hjá mótstøðuverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2. hálvleiki noyddist Haruka Gima, ið er eitt sera gott boð uppá ársins leikara, út, tá hon beklaði, og Neistin kom væl inn í dystin aftur. StÍF megnaði tó at vinna - roynda Rebekka Justinussen avgjørdi í seinasta minutti - og harvið liggur fyrimunurin á Skálafjørðinum undan finaluni í kvøld. Tó kann heilsustøðan hjá Haruku fáa stóran týdning fyri dystin. Sum skilst er ivasamt, um nummar 83 spælir í kvøld, ella um hon verður spard til finalu nummar trý, sum verður sunnudagin. 

Les eisini: StÍF vann fyrstu uppgerðina

Í Vestmanna eru teir sera uppsettir uppá at koppa H71 av trónini í føroyskum manshondbólti. Fyrsta stigið varð tikið sunnukvøldið, tá heimaliðið var nógv betri og vann við fimm málum. Hoyvíkingar hava tó víst seinastu árini, at teir eru ógvuliga knáir og drúgvir, og í kvøld taka teir ímóti.

Hóast H71 ikki hevur eins sterkt lið sum til dømis í fjør, so kunnu finaluroyndirnar hjá manningini koma teimum til góðar og sjálvandi er heimavøllurin eisini ein fyrimunurin á pappírinum. Tað snýr seg serliga um at støðga Filip Jojic, men sunnukvøldið vísti Hallur Árason, at hann er til reiðar at traðka til í sera týðandi dystum - høgi og lámi maðurin við 24-talinum skoraði sjey mál og gjørdist toppskjútti í dystinum. Um VÍF merkir tað, at tað verður tung mótbrekka hjá H71, ið skal aftur til Vestmannar sunnudagin. Vinnur heimaliðið, so verður javnvág í aftur.

[object Object]
Filip Jojic í eyðkendum stíli í fyrstu finalunu, sum var í Vestmanna sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang9

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder