Tað var ikki nógv í álopinum, sum riggaði í høllini á Hálsi í kvøld.
Neistin vann málfátaka dystin 19-12, og hálaði seg upp á annað plássi í SMS-deildini. Hoyvíkskvinnur fingu bara fimm mál í fyrra hálvleiki, og støðan var 14-5
Og í seinna hálvleiki riggaði álopið heldur ikki hjá neistakvinnum, og tær fingu bara fimm mál í seinna hálvleiki. Hjá H71 bragdaði eitt sindur betri, men tað var ikki nokk til ein sigur, og úrslitið gjørdist 19-12.
Sofia Søberg gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum, og Maria H. Veyhe toppskjútti hjá H71 við fýra málum.
Neistin - H71 19-12 (14-5)
SMS kvinnur stigatalva
1. VÍF (20 stig)
2. Neistin (15 stig)
3. H71 (13 stig)
4. Kyndil (13 stig)
5. Stjørnan (9 stig)
6. StÍF (1 stig)
Dystir í morgin
SMS kvinnur
VÍF - Kyndil (14:00)
Okkara menn
H71 - Neistin (16:00)
KÍF - Kyndil (16:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald