Hondbóltur

Neistin vann á útivølli móti føroyameistarunum

Talan var um ein ógvuliga tættan dyst, har serliga Nada Pejovic gjørdist munurin. Neistin hevur framvegis fult stigatal í SMS-deildini.

StÍF vann á Neistanum í fjórðu FM-finaluni 21. apríl, men í gjárkvøldið vunnu neistakvinnur á Skála í einum meira spennandi dysti (Mynd: Sverri Egholm)

StÍF vann á Neistanum í fjórðu FM-finaluni 21. apríl, men í gjárkvøldið vunnu neistakvinnur á Skála í einum meira spennandi dysti (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-30 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í apríl basti StÍF teimum blákløddu úr Havn í FM-finalunum og gjørdist harvið føroyameistari á fyrsta sinni. Í gjár hittust liðini aftur - í 3. umfari í SMS-deildini - og hesaferð var tað Neistin, ið dró longra stráðið.

Í fyrra hálvleiki skiftust liðini í stóran mun um at skora, og tað stóð á jøvunum 11-11 í steðginum. Neistin tók leiðsluna tíðliga í seinna hálvleiki og hevði hana tað mesta av dystinum, hóast StÍF allatíðina helt tætt samband. 

Tað var Naja Pejovic, ið gekk á odda við seks málum í seinna hálvleik. Bakspælarin skoraði tvey tey seinastu málini hjá Neistanum. 23 mál vóru nóg mikið, tí eftir at Gurið Ellingsgaard skoraði til 22-23 í 25. minutti kom einki mál afturat. Vælleikandi Jovana Strajanac og verjan stongdu fyri StÍF, og so fóru bæði stigini við til Havnar.

Neistin hevur nógvar spennandi leikarar, harav fleiri gjørdu vart við seg til U17 European Championship í august, har Føroyar endaðu við bronsuheiðursmerki. Millum annað strikan Sára Sigrunardóttir Mikkelsen og spælskiparin Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið fekk sítt gjøgnumbrot. Tær báðar skoraðu sjey mál samanlagt í gjár. Aðrir ungir leikarar komu eisini á máltalvuna og vóru á dómaraseðlanum í gjárkvøldið.

[object Object]

Neistin hevur fult stigatal eftir tver leiktar dystir, og leygardagin spæla tey liðini, sum í løtuni eru í topp-fýra. StÍF hevur eisini tapt fyri Kyndli, og føroyameistararnir hava tvey stig fyri tríggjar dystir


SMS-deildin 3. umfar
Mikudagin 29.09 - Høllin á Skála
StÍF - Neistin 22-23 (11-11)

Toppskjúttar hjá liðunum:
StÍF: Haruka Gima 6, Guðrið Ellingsgaard 5, Rebekka Justinussen 4,
Neistin: Nada Pejovic 8, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 3, 

Støðan: 
Kyndil 5 stig (3 dystir)
Stjørnan 4 stig (2 dystir)
Neistin 4 stig (2 dystir)
H71 3 stig (2 dystir)
StÍF 2 stig (3 dystir)
VB 0 stig (3 dystir)
EB 0 stig (3 dystir)

Komandi dystir - leygardagin 02.10: 
15.00: Neistin - H71
19.00: Kyndil - Stjørnan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder