Hondbóltur

Neistin vitjar í Klaksvík í kvøld

Hesi liðini spældu evropeiskar dystir síðsta vikuskifti. Talan er um fyrsta landskappingardystin hjá Team Klaksvík - hann byrjar klokkan 19.

Neistin skal í gongd seg eftir eina samanlagt heldur keðiliga byrjan uppá kappingarárið (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin skal í gongd seg eftir eina samanlagt heldur keðiliga byrjan uppá kappingarárið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-21 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Burn-deildini er á skránni í kvøld klokkan 19. Hann er í Klaksvík, har neistamenn vitja.

Neistin byrjaði kappingarárið við at missa leiðsluna móti grønu grannunum seinastu minuttirnar. Hjá Team Klaksvík verður hetta talan um fyrsta landskappingardyst í kappingarárinum.

Hesi bæði liðini spældu í 1. umfari í European Cup síðsta vikuskifti. Hóast nakrar góðar taktir, taptu bæði Neistin og Team Klaksvík báðar sínar dystir og greitt samanlagt.

Les eisini: Aftur evropeiskt tap hjá Neistanum og Team Klaksvík

Team Klaksvík skal nú standa seg uttan Jens Paula Poulsen. Lyklaspælarin sleit krossbandið í fyrra dystinum í Bosnia.

Uppgerðin í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld byrjar klokkan 19.00. Hann kann stroymast fyri eitt gjald/við einum haldi á live.hsf.fo.

Støðan í Burn-deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder