Tað gekst ógvuliga striltið at fáa fólk at stilla upp til nevndina í Róðrarsambandi Føroya, men eftir innslag í ítróttarsendingini 3-2 í síðstu viku, brast fyri nev.
Sí samrøðu og meira á kvf.fo.
Frá tí at ivamál var um nenvdin fór at liva upp til viðtøkurnar og frá at vera fýra í nevndini í nøkur ár, eru nú seks fólk, umframt tveir eykalimir, í Róðrarsambandinum.
Eykaaðalfundur varð hildin í gjárkvøldið í Róðrarsambandi Føroya, har val av nevndarlimum var einasta evnið á skránni, skrivar rsf.fo.
Trý av teimum fýra fólkunum, ið vóru í nevndini, stilla ikki uppaftur. Annika Dalsgarð hevur verið forkvinna seinastu átta árini, men hon stillaði ikki uppaftur. Tað gjørdi næstforkvinnan Elsa Magnussen og Hugo Skorastein ikki.
Vár Guriardóttir Hansen
Tað eru nú greitt, at Petur Hansen tekur við formannsessin. Rituvíkingurin hevur verið í nevndini síðstu tíðina og millum annað havt nógv við inniróður at gera. Har hevur Vár Guriardóttir Hansen veruliga gjørt um seg, og havnarkvinnan er nú næstforkvinna í RSF.
- Ein verandi nevndarlimur stillaði upp til formanssessin, meðan eitt nýtt valevni stillaði upp til næstformannssessin. Bæði vórðu einmalt vald av teimum 19 feløgunum, sum høvdu valrætt á fundinum.
Umframt Petur og Vár eru Mira Winther Klit, Rebekka Jacobsen, Henrik Rahbek, Unn Eldevig Petersen nú í nevndini. Jógvan S. Midjord og Elias Zachariassen erueykalimir
Nýggja nevndin í Róðrarsamband Føroya er nú hendan:
Petur Hansen, formaður
Vár Guriardóttir Hansen, næstforkvinna
Mira Winther Klit, nevndarlimur
Rebekka Jacobsen, nevndarlimur
Henrik Rahbek, nevndarlimur
Unn Eldevig Petersen, nevndarlimur
Eykalimir:
Jógvan S. Midjord
Elias Zachariassen
Við hesum er nevndin aftur fullmannað, og Róðrarsambandið heldur fram við nýggjum kreftum í nevndini.
- Samstundis vilja vit nýta høvið at takka fráfarandi nevndarlimum fyri teirra frívilliga íkast til tjóðarítróttina. Arbeiðið hjá sambandinum hevur verið í rúkandi menning seinastu árini, og tað sæst aftur í vaksandi áhuganum hjá okkara ungdómi at luttaka í kapp- og inniróðri, skrivar Róðrarsamband Føroya á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald