Bakkalúarnir syngja í luftini í ítróttarhøllini á Hálsi í dag og í morgin.
Tað er lutfalsliga nýggja felagið fyri nevaleik, Tórshavn Boksing, sum skipar fyri stórari stevnu í morgin, og í dag var venjingardagur.
Hópin av nevaleikarum, bæði føroyingar og danir, vóru á gólvinum og uppi í ringunum í venjingarhølunum, sum felagið hevur kjallaranum av nýggja partinum av høllini.
Í kvøld verður fyrilestur og framsýning við professionellum boksarum. Tað er fyrrverandi evropa- og heimsmeistarin Jimmi Bredahl, sum fer at fortelja frá sínum dystum og meistaraheitum, og núverandi boksararnir, Oliver Meng og Oliver Møllenberg fara at vísa hvussu teir venja.
Í morgin verður so tað stóra brakið í høllini, tá felagið skipar fyri Faroe Fight Night. Tveir føroyskir nevaleikarar skulu í ringin í hesum sambandi. Teir eru Bjartur Nielsen og Benjamin Baadsager.
Les meira: Yvir hundrað danskir boksarar til stevnu í Føroyum
Ólavur Frederiksen, fotografur, var ein túr í hallarkjallaranum í dag og tók hesar myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald