Brasilska ESPN hevði eina meiningakanning á heimasíðu síni har spurt var hvør var besti brasilski fótbóltsleikarin síðani Pele. Meiningakanningin varð gjørd eftir at brasilska blaðið “Placar” kallaði Neymar fyri besta brasilska fótbóltsleikaran síðani Pele, nú Neymar hevur verið yrkisleikari í 10 ár.
Men okkurt bendir á at fótbóltsviðhaldsfólk í Brasilia als ikki eru samd í hesum. Tá 160.000 fólk høvdu sagt sína meining, var Neymar ikki at finna millum 10 teir bestu brasilskiu fótbóltsleikararnar síðani Pele. Neymar var nummar 11 á listanum.
Ovast á listanum gjørdist Ronaldo, sum í síni yrkisleið spældi Cruzeiro, PSV, Barcelona, Inter Milan, Real Madrid, AC Milan og Corinthians.
Hinir á topp 10 listanum vóru Ronaldinho, Romário, Zico, Rivaldo, Sócrartes, Kaká, “Aðrir”, Falcao og Careca.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald