Tveir teir fyrstu av teimum átta Champions League-dystunum í kvøld eru leiktir.
Í París var eingin ivi, tá Reyða Stjørna var á vitjan hjá PSG í bólki C. Fyri tveimum vikum síðani tapti PSG fyri Liverpool á Anfield, meðan serbiska liðið fekk eitt gott stig við málleysum javnleiki ímóti Napoli. Men i kvøld tók franska stórfelagið øll stigini í einari málveistlu, har Neymar gekk á odda.
Alt var avgjørt í 2.hálvleiki. Eftir eina lívliga byrjan legði Neymar PSG á odda við einum sera góðum frísparki. Tveir minuttir seinni var brasiliumaðurin aftur á blettinum, tá Mbappé fann hann í brotsteiginum. Heimaliðið fekk tvey mál afturat áðrenn hálvleik og so var avgjørt.
Í 2.hálvleiki var "cruise control" hjá PSG. Unga stjørnan, Kylian Mbappé, kom á talvuna, Reyða Stjørna minkaði, og so fekk Neymar sítt hattrick eftir enn eitt frálíkt fríspark. PSG er harvið á talvuni í bólkinum, og vísti seg frá sínari bestu síðu í kvøld.
Liverpool og Napoli bresta saman í Suðuritalia um eina løtu, og hesin dysturin kann fáa avgerandi týdning í bólkinum.
Í Moskva stjól Schalke sigurin ímóti endanum av dystinum. Tað leikaði javnt á, og tað var málleyst fram till 88.minutt, tá ungi amerikanski verjuleikarin, Weston McKennie avgjørdi dystin fyri týska liðið, ið harvið er fyribils oddalið í bólki C.
Hvørja løtu verður bríkslað í gongd í hinum seks dystunum.
Bólkur C:
Paris Saint-Germain – Reyða Stjørna Beograd(Crvena Zvezda) 6-1 (4-0)
1-0 Neymar
2-0 Neymar
3-0 Edinson Cavani
4-0 Angel Di Maria
5-0 Kylian Mbappé
5-1 Marko Marin
6-1 Neymar
20.00: Napoli - Liverpool
Bólkur D:
Lokomotiv Moskva – Schalke 04 0-1 (0-0)
0-1 Weston McKennie
20.00: Porto - Galatasaray
Bólkur A:
20.00: Atletico Madrid – Club Brugge
20.00: Borussia Dortmund – Monaco
Bólkur B:
20.00: PSV Eindhoven – Inter
20.00: Tottenham – Barcelona
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald