Fótbóltur

Neymar: Tað er bert tá ein fellur at ein kann reisa seg aftur

Brasilska fótbóltsstjørnan viðgongur, at hann kanska letur seg detta í so ofta.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-07-30 10:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan HM-endaspælið í Russlandi, ásannar brasilska fótbóltsstjørnan, Neymar, nú, at hann fleiri ferðir undir kappingini gjørdi í so nógv av í støðum, tá hann varð taklaður av mótspælarum.

Neymar fekk nógvar ábreiðslur undir HM frá bæði mótspælarum, viðmerkjarum og fjepparum fyri at gera alt ov nógv av, og í einum reklamufilmi á brasilskum sjónvarpi, tekur Neymar nú ábreiðslurnar til eftirtektar.

- Nógv tykkara halda, at eg geri ov nógv av. Tað geri eg eisini viðhvørt. Men veruleikin er, at pínist nógv á vøllinum.

Tá brasiliumaðurin í farnu viku kom við viðmerkingunum um uppáhaldið, um at talan var um kommediu, vísti hann ábreiðslunum aftur og vísti á, at mótstøðuspælararnir undir HM- høvdu sparkað hann niður.

Nú sær hann støðuna øðrvísi.

- Eg havi brúkt drúgva tíð upp á at læra at góðtaka ábreiðslurnar. Eg havi brúkt tíð til at hyggja at mær sjálvum í speglinum og gerast ein annar maður. Eg fall, men tað er bert tá ein fellur, at ein kann reisast aftur, sigur Neymar.

Neymar skoraði tvey mál fyri Brasil í HM-kappingini áðrenn Brasil mátti úr kappingini eftir at teir taptu 1-2 móti Belgia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder