Annað

NFL byrjaði við einum braki

Kappingarár nummar 100 hjá varð skotið í gongd á Soldier Field í Chicago í nátt, har arvafíggindarnir hjá Bears við frálíkum verjuspæli og Aaron Rogders vunnu dystin.

Verjan hjá Bears trýst stjøru-quarterbackin hjá Packers væl, men Rogders gjørdi nóg mikið til, at útiliðið vann fyrsta dystin í kappingarárinum (Mynd: EPA)

Verjan hjá Bears trýst stjøru-quarterbackin hjá Packers væl, men Rogders gjørdi nóg mikið til, at útiliðið vann fyrsta dystin í kappingarárinum (Mynd: EPA)

2019-09-06 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1920 byrjaði tað, og NFL er bara voksin í vavi seinastu øldina. Deildin verður fylgd sera tætt í USA og eisini av fleiri og fleiri kring heimin.

Síðani Super Bowl fyrsta sunnudag í februar, hevur tað verið sæð fram til byrjanina av september við stórum spenningini og harvið byrjanina av 100. kappingarárinum í NFL.

Tað byrjaði í gjárkvøldið amerikanska tið. Aaron Rodgers og Green Bay Packers vitjaðu bjarninar í Chicago í statinum Illinois. Talan er um tvey lið, ið eru arvafíggindar og spældu dyst nummar 199 millum sín - eingin lið hava møtt hvørjum øðrum so ofta í NFL-søguni.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Tað var ein verjudystur, ið var sera tættur. Tað komu bert 13 stig, ið er væl undir miðal fyri ein NFL-dyst. Bears skoraðu eitt field goal í fyrsta fjórðingi, men annars hevði álopi stórar trupulleikar at flyta bóltin. Stórar íløgur eru gjørdar í verjuna hjá Packers undan kappingarbyrjan, og tær síggja út til at geva úrslit. 

Í hinum endanum gav verjan hjá Bears, ið var tann sterkasta í NFL í fjør, Rogders trupulleikar. Men 35-ára gamli quarterbackurin spældi sterkt í øðrum fjórðingi. Hann kastaði til Jimmy Graham fyri seks stig, og hetta var nóg mikið til at vinna dystin.

Chigaco Bears høvdu eitt sterkt kappingarár í fjør, meðan Packers ikki kom í endaspælið. Sunnudagin/mánanáttina vera 13 dystir. Vanliga spæla meistararnir í fyrsta umfarinum, men av tí at hetta er kappingarár nummar 100, var sæguríka uppgerðin á skránni fyrst. Teir báðir seinastu dystirnir í 1. umfari verða týsmorgunin. 

Chigaco Bears - Green Bay Packers 3-10 (3-7)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder