Fótbóltur

Niels Strøm Rødgaard heldur fram sum høvuðsvenjari hjá ÍF Føroyum

Suðuroyingurin og føroyingafelagið á Amager hava gjørt nýggjan sáttmála.

Niels Strøm Rødgaard saman við Heðini Lisberg Olsen úr nevndini
(Mynd: fotboltur.dk)

Niels Strøm Rødgaard saman við Heðini Lisberg Olsen úr nevndini (Mynd: fotboltur.dk)

2019-02-28 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF Føroyar boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Niels Strøm Rødgaard, ið sostatt heldur fram sum venjari hjá besta mansliðið felagsins restina av kappingarárinum

Felagið skrivar, at Niels byrjaði sum venjari hjá 2. liðnum í 2015, men hevur síðani 2016 tikið sær av 1. liðnum. Nýggi sáttmálin er galdandi frá mars 2019 til juni 2019.

Í ÍF Føroyum fegnast tey, og eru takksom fyri arbeiði Niels hevur gjørt fyri ÍF Føroyar og gleða seg til framhaldandi gott samstarv. 

Niels Strøm Rødgaard er tvørámaður og er 31 ár. Hann gjørdi vart við seg fyri kortum, tá hann fekk flest stig av áleið 45,000 í Premier Manager – Efterår 2018, sum er eitt spæl, har hvør brúkari setur sítt lið frá Premier Legue. 

Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum leikar dagliga í Keypmannahavnarseriuni, ið svarar til fimtbestu deildina í Danmark. Nú steðgur er í liggur á 11. plássið við 16 stigum - fýra stig eru til niðurflytingarstrikuna. Kappingin byrjar aftur seinast í mars. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder