Tveir teir seinastu dystirnir í 15. umfari í Premier League vórðu leiktir í gjárkvøldið.
Frederik Ljungbjerg skuldi royna at fáa sín fyrsta sigur sum fyribils Arsenal-høvuðsvenjari, men talan gjørdist um enn eitt vónbrot hjá felagnum úr Norðurlondon. Útiliðið legði seg á odda tíggju minuttir fyri hálvleik, Lacazette javnaði fimm minuttir inn í 2. hálvleik, men tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi Neal Maupay dystin fyri Brighton.
Mertesacker, Ljungberg og co. hava sera nógv at hugsa um (Mynd: EPA)
Ikki síðani 1977 hevur Arsenal spælt níggju dystir upp í slag uttan at vinna, og tað eru nógvar orsøkir til stúran og frustratión, um ein er Arsenal viðhaldsfólk.
Hjá Steve Bruce og Newcaslte er gongdin góð. Í gjárkvøldið vann liðið í Sheffield. Andy Carroll var við frá byrjan og gjørdi mun. Stóri áleyparin legði upp til løgna 2-0 málið hjá Jonjo Shelvey, har allir steðgaðu upp uttan liðformaðurin hjá Newcaslte, tí flaggið hjá linjuverjanum var uppi. Talan var tó ikki um rangstøðu í støðuni - hetta váttaði VAR - og liðið úr Norðuronglandi slapp væl burtur frá niðurflytingarstrikuni við sigrinum.
Shelvey skoraði eisini í vikuskiftinum móti Manchester City (Mynd: EPA)
Premier League, 15. umfar:
Í gjárkvøldið:
Sheffield United – Newcastle 0-2 (0-1)
Arsenal – Brighton 1-2 (0-1)
Hini úrslitini:
Crystal Palace – Bournemouth 1-0
Burnley - Manchester City 1-4
Chelsea - Aston Villa 2-1
Southampton – Norwich 2-1
Leicester – Watford 2-0
Manchester United – Tottenham 2-1
Wolves - West Ham 2-0
Liverpool – Everton 5-2
Støðan:
1. Liverpool (43 stig)
2. Leicester (35 stig)
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig)
5. Wolves (23 stig)
6. Manchester United (21 stig)
7. Crystal Palace (21 stig)
8. Tottenham (20 stig)
9. Sheffield United (19 stig)
10. Arsenal (19 stig)
11. Newcastle (19 stig)
12. Burnley (18 stig)
13. Brighton (18 stig)
14. Bournemouth (16 stig)
15. West Ham (16 stig)
16. Aston Villa (15 stig)
17. Southampton (15 stig)
18. Everton (14 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (8 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald