Fótbóltur

Níggju stig av níggju gjørligum: U21 gjørdi tað aftur

17-ára gamli Dávid Reynheim skoraði einasta málið í Luksemborg, og seint í dystinum bjargaði Hans Jákup Arngrímsson brotssparki. Stóri stríðsinnsatsurin leiddi til ein óhoyrdan triðja undankappingarsigur á rað.

(Skíggjamynd: Tv.fo)

(Skíggjamynd: Tv.fo)

2025-09-09 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið er framvegis á EM-kós. Hóast summi av hinum liðunum júst nú eru komin í gongd við undankappingina til endaspælið, og Føroyar hava spælt tríggjar dystir, so ber illa til at staðfesta annað.

Tí ungu føroysku menninir hava gjørt nakað óhoyrt í føroyskum fótbólti: Í kvøld vunnu teir triðja dystin á rað í einari undankapping - enn eitt bragd er veruleiki.

[object Object]Enn eitt bragd er veruleiki: Fyri aðru ferð uppá fimm dagar hava føroysku U21-menninir vunnið á útivølli. Hesir somu, sum byjaðu inni í Íslandi, byrjaðu eisini inni í kvøld (Mynd: FSF)

Hetta var við sonnum stríðssigri í Luksemborg og sigri í øðrum trupla útidystinum uppá fimm dagar.. Føroyar høvdu sjálvdan fleiri samansettar alveringar á tunga grasvøllinum, men í verjustøðu og í mum til innsats var tað framúr.

Eins og í Íslandi hóskvøldið, vístu føroyingar eisini eitt serligt evni at revsa. Í 25. minutti fangaðu føroyingar væl Luksemborg í uppspælinum. Árni Nóa Atlason varð forðaður í sínari skotroynd, men bóltrin stakk út til høgru í brotsteignum, har Heini Fossdalsá Sørensen vísti gott yvirblikk og góðan teknikk. HB'arin lyfti bóltin á perfektan hátt til aftaru stong, har Dávid Reynheim hevði runnið seg í púra fría støðu.

17-ára gamli Torino-spælarin var ísakaldur, og við stútara legði hann Føroyar á odda í sínum bert øðrum U21-landsdysti.

[object Object]
Dávid Reynheim rann og stríddist manniliga sum fremsti maður. Hansara mál, sum ein av yngstu U21-málskjúttunum í søguni, gjørdist avgerandi í Luksemborg (Savnsmynd: HB/RS Media)

Dávid Reynheim hevði møguleikan at økja við øðrum stútara eftir steðgin eftir gott innlegg hjá Áka Samuelsen, sum aftur var framúr í kvøld. Annars vóru føroyingar so at siga bert í verju- og stríðsstøðu seinasta hálva tíman. Hóast stóra leikliga yvirvág til heimaliðið, skatpi Luksemborg ikki teir heilt stóru málmøguleikarnar, hóast okkurt hálgum langskot var fínt.

Føroyska fimm-mansverjan, við góðari hjálp frá teimum frammanfyri, var stinn, og Hans Jákup Arngrímsson var tryggur aftasti skansi. Hetta vísti gøtumaðurin serliga, tá hann á sannførandi hátt bjargaði brotssparki í 82. minutti, sum norðrírski dómarin valdi at geva Luksemborg.

[object Object]
Hans Jákup Arnfrímsson (t.h.) saman við yngra beiggjanum Inga Arngrímsson (t.v.).  Málverjin syrgdi seint í dystinum fyri, at Luksemborg ikki fekk javna, hóast gyltan møguleika. Ingi spældi aftur ógvuliga væl í miðverjuni 

Eftir hetta gjørdist tað ikki heilt vandamikið: Ungu føroysku garparnir hildu á mál og hava nú níggju stig av níggju møguligum í EM-undankappingini.

Um man heldur, at tað at vinna í Luksemborg "bert er nakað, sum skal avgreiðast", so er tað væl frá tí. Luksemborg hevur seinastu mongu árini tjóðartikið nógvar spælarar - millum annað úr Fraklandi og Portugal - og á dagsins liði vóru millum annað spælarar úr PSG og nógvum týskum feløgum. Luksemborg stóð sum rímiliga greiður favorittur undan dystinum, og teir hjá heimaliðnum vístu eisini góðar tekniskar dygdir.

Tað hekk tó betri hjá føroyingunum, og menninir hjá Ólavi Mikkelsen fingu eisini á ymsan hátt frustrera teir á heimaliðnum.

Føroyar spæla aftur 9. oktober í Klaksvík, tá Frakland kemur at vitja. Hetta verður væl størsti bitin higartil hjá oddaliðnum í bólkinum.

[object Object]
Sí meira um dystin her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder