Fótbóltur

Niklas Kruse aftur í EB/Streymi

EB/Streymur hevur leigað unga áleyparan frá HB.

Niklas T. Kruse saman við Ólavi H. Ejdesgaard úr nevndini hjá EB/Streymi
(Mynd: ebstreymur.fo)

Niklas T. Kruse saman við Ólavi H. Ejdesgaard úr nevndini hjá EB/Streymi (Mynd: ebstreymur.fo)

2019-03-08 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimasíðan hjá EB/Streymi boðar frá, at felagið hevur gjørt eina avtalu við HB um, at Niklas kemur aftur til barndómsfelagið. Talan er um eina leiguavtalu, sum er galdandi fyri kappingarárið 2019.

Eb/Streymur lýsir 19-ára gamla Niklas sum ein sera skjótan og vandamiklan áleypara. Í fjør valdi hann at royna eydnuna í HB, har fekk hann fýra dystir fyri besta liðið, skoraði trý mál og fekk eina gullmedlju um hálsin.

Áðrenn Niklas Kruse fór til HB leikti hann 18 dystir fyri fremsta liðið hjá EB/Streymi og skoraði átta ferðir. 

EB/Streymur byrjar kappingarárið við Løkin sunnudagin.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder