Í dag, fríggjadagin tann 18 oktober, byrjar NM av álvara. 75 lyftarar fara um vikuskiftið at kappast um norðurlendska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting, sum á fyrsta sinni er í Føroyum.
Føroya Styrkissamband skrivar, at tá fimleikaliðini hjá Støkk vóru liðug við sínar venjingar týskvøldið, byrjaði arbeiðið við at gera Bylgjuna til reiðar.
Nú sær hølið heilt øðrvísi út og er til reiðar at nýta til kappingina um norðurlandameistaraheitið - og gólvið kann halda til tungu vektirnir.
FSS upplýsir, at tað er ókeyps atgongd í Bylgjuna at hyggja eftir NM í Olympiskari vektlyfting.
Annars ber til at stroyma á kvf.fo/live/2 - Kringvarpið og Ømedia samstarva um stroyming.
- Niels Juel Arge, bronsuvinnari í HM fyri masters kemur at viðmerkja, saman við øðrum kendum rødum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald