Um vikuskiftið hevur føroyska landsliðið í amboðsfimleiki verið til NM kapping í Kópavági í Íslandi, og tað rakk tíverri ikki til heiðursmerki til Føroyar hesaferð.
– Okkara íðkarar stóðu seg væl, og tað bleiv til trý finalupláss hjá monnum, skrivar Føroya Fimleikasamband í tíðindaskrivi.
Rani A. Dalsgarð kom víðari í gólv og lop, og Aron D. Jacobsen kom víðari í beinsveiggj.
– Hóast tað ikki rakk til heiðursmerki hesaferð, so sæst týðiligt, at føroyskur fimleikur er mentur nógv hesi seinastu árini, og tað eru vit í Fimleikasambandinum sjálvsagt sera fegin um.
– Allir okkara íðkarar hava kýtt seg, og vit eru so sera errin av teimum øllum. Tey koma nú heim við eini ørgrynnu av íblástri til víðari og áhaldandi menning, skrivar Føroya Fimleikasamband.
Útslitini síggjast her.
Í føroyska hópinum vóru 13 fimleikarar – seks menn og sjey kvinnur. Venjari hjá monnunum er Djóni Zakarisson, og hjá kvinnunum er Camelia Michaela Mindriel venjari, og Marjun Jacobsen hjálparvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald