Fótbóltur

Nóa Mortensen til royndarvenjing í stórum norskum felagi

15-ára gamli FC Suðuroy-spælarin og U17-landsliðsspælarin venur hesa vikuna við Viking Stavanger.

15-ára gamli Nóa Kristin Mortensen hevur eisini longu spælt seks dystir á næstbesta liðnum hjá FC Suðuroy og er skrásettur fyri átta U-landsdystir

15-ára gamli Nóa Kristin Mortensen hevur eisini longu spælt seks dystir á næstbesta liðnum hjá FC Suðuroy og er skrásettur fyri átta U-landsdystir

2025-09-01 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er hálvur vágbingur og hálvur sumbingur, og hevur sambært FaroeSoccer og FSF spælt átta U-landsdystir. Hetta á U15, U16 og U17-landsliðunum.

15-ára gamli Nóa Kristin Mortensen hevur eisini longu spælt seks dystir á næstbesta liðnum hjá FC Suðuroy - nú roynir hann seg í nýggjum umhvørvi.

Portalurin hevur fingið upplýst, at 15-ára gamli FC Suðuroy spælarin hesa vikuna er í Stavanger.

Har skal Nóa venja við á akademiinum hjá Viking Stavanger. Eisini skal ungi suðuroyingurin vísa seg fram í einum venjingardysti.

[object Object]
Nóa Kristin Mortensen í dysti fyri barndómsfelagið, FC Suðuroy 

Nóa Mortensen verður millum annað lýstur sum ein spælari, sum er væl fyri kropsliga. 

Viking Stavanger liggur í løtuni á 2. plássi í Eliteseriuni og vann um vikuskifti á Rosenborg. Felagið hevur vunnið 14 stór steyp í vaksnamannafótbólti hjá monnum - seinast var talan um steypakappingina (NM Cup) 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder