- Av tí at vit vunnu leygarkvøldið, so er man sjálvandi ta glaðari hesa vikuna og "ta heitari" uppá fótbólt beint nú.
Hetta sigur Noah Mneney, sum spældi 120 minuttir og skoraði púra trygt í brotsparkskappingini í finaluni um Løgmanssteypið fyri HB leygarkvøldið. Fyri leigusveinin úr norska FK Bryne var tað ógvuliga umráðandi at enda kappingarárið væl í HB.
- Tað var ein perfektur endi uppá hetta uppihaldið. Tá eg kom til HB í summar var tað viktigasta fyri meg at koma í gongd við at spæla dystir aftur og ja; eisini finna fótbóltsgleðina aftur og finna meg sjálvan aftur onkursvenga. Og at enda við einum sigri í steypafinaluni ger bara alt uppaftur betri.
Armarnir skuldi tó skjótt niðuraftur, tí mánamorgunin varð Noah Mneney úttikin fyri A-landsliðið fyri fjórðu ferð. Nú er U21-landsliðstíðin av, men fyri U21-landsliðsliðformannin var úttøkan nakað óvæntað, greiðir hann Portalinum frá, tá vit fanga 21-ára gamla miðvallaran millum landsliðsvenjing og autografar við Løkin í kvøld.
- Hevði ikki sæð tað hent so tíðliga. Men tað eri eg bara glaður fyri. Um eg skal verða meira fastur á A-landsliðnum, so má eg fyrst og fremst fáa nógva spælitíð í mínum felagi. Og annars nú eg eri her: Gera mítt besta og vísa at eg eri nóg góðir at verða her.
Sí eisini: Børn fylkjast um føroyska liðið
Noah Mneney í sínum fyrsta A-landsdysti - sum 19-ára gamal í Kosovo (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Men "nógva spælitíð í mínum felagi": Hetta fekk Noah Mneney ikki í Bryne, og tí varð sterki miðvallarin leigaður til HB í summar. Føroyingurin hevur sáttmála fyri næsta ár eisini, og nú er liðið júst flutt upp í bestu norsku deildina
- Sum nú er, so fari eg aftur til Noreg aftur í januar og fari at royna mítt besta har. So mugu vit taka tað harfrá.
Men um tú slapp at avgerða tað nú í vetur, so spældi tú helst onkra aðrastaðni næsta ár?
- Tað veit eg ikki...men eg vil gjarna sleppa at spæla har, sum tað er pláss fyri mær, og har sum onkur trýr uppá meg. Um tað verður í Noreg ella aðrastaðni í 2025, tað finna vit útav, sigur Noah Mneney at enda.
U21-landsliðsliðskiparin "flytir nú upp". Eyðun Klakstein, ið hevur verið venjari hjá Noah har, segði at "fyri hann burdi Noah Mneney verið á A-landsliðnum hvørjaferð" (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hoyr samrøðuna við Eyðun HER
Noah og landsliðsliðfelagarnir skulu avstað til Armenia mánamorgunin. Spælt verður har um eina viku, hósdagin 14. november, og síðani í Norðurmakedónia sunnudagin 17. november. Portalurin verður við á ferðini
Sí eisini:
Hallur og Páll eru við aftur (landsliðshópurin)
Ási og Poul: - Fantastiskt at vera við fyri fyrstu ferð (Video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald