Arbeiðið at um- og útbyggja leikvøllin á Dungasandi fór í gongd í vár, men friðingarmyndugleikin setti skjótt ein fyribils steðg í.
Sørvágs kommuna skrivar, at hesin knúturin nú er loystur og at øll loyvi eru fingin uppá pláss.
Fótbóltur í Vágum klárar seg væl, og fyri framhaldandi at sleppa at spæla í bestu deildini, eru ávís krøv til kringumstøðurnar.
Eitt av hesum krøvum er, at áskoðarar skulu kunna sita undir taki, og hetta skal vera í seinasta lagi í 2024. Somuleiðis er eitt sokallað fjølmiðlarúm eisini eitt krav. Hetta eru tey arbeiðini sum nú síggjast aftur á Dungasandi.
Fjølmiðlarúmið er nú innilokað, og tað er Egil Petersen sum hevur staðið fyri timburarbeiðinum. Stoypiarbeiði stóðu arbeiðsmenn hjá Gutta Guttesen í Bø fyri. Niðara hæddin verður eitt goymslurúm, til mál og aðra útgerð.
Vegurin fram við Kirkjuánni til 07 Vestur-húsið bleiv asfalteraður í gjár.
Hinumegin 07 Vestur-húsið, ímóti Stórá, skal skýlið gerast. Skýlið fer at rúma 480 áskoðarum, og verður yvir 4. hæddir. Skýlið er prosjekterað við støði í L-elementunum frá gamla Tórsvølli. Skýlið er projekterað so lágt sum gjørligt, við atlitið fyri grannunum. Klæðingin verður ein opin alu-klæðing, so skýlið verður transparent at síggja til frá Niðaravegi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald