Føroyar spældu í farnu viku tveir heimadystir í Nations League. 17. og 20. november spælir A-landsliðið aftur; tá er talan um útidystir móti Aserbadjan og Malta.
Tá Betri Deildin hjá monnum endar seinni í hesum mánaðinum, fara Lars Olsen og Jóannes Jakobsen undir venjingar við heimligu spælarunum, umframt teimum, ið hava sína dagligu gongd í íslendskum fótbólti. Hetta er sum liður í fyrireikingunum til hesar dystirnar.
24 leikarar eru úttiknir; harav 7 ið vóru í U21-hópinum hesaferð.
Heimasíðan hjá FSF skrivar, at átta venjingar eru settar á skrá, og at endaligi hópurin erður úttikin eftir seinastu venjingina, sum verður 9. november.
Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Jógvan Rói Davidsen, HB
Magnus Egilsson, HB
Alex Mellemgaard, B36
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Hørður Askham, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Bartal Wardum, HB
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Brandur H. Olsen, FH (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Adrian Justinussen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Eli Falkvard Nielsen, B36
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jákup Ludvig Thomsen, FH (ICE)
Av tí at nakrir av teimum, ið eru boðsendir, hava smávegis skaðar at dragast við, er ikki óhugsandi, at aðrir verða innkallaðir til komandi landsliðsvenjingar.
Kelda: FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald