Kappróður

Norðoyastevnuróðurin verður 24. juli

Fyrst í hesum mánaðinum var Norðoyastevnan avlýst og róðurin útsettur vegna koronu, og nú eru Róðrarsamband Føroya og Klaksvíkar Róðrarfelag komin ásamt um nýggja dagfesting.

Kappróður á Norðoyastevnu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kappróður á Norðoyastevnu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-20 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðoyastevnan, sum skuldi verða í Klaksvík vikuskiftið 5. og 6. juni varð avlýst vegna koronu fyrst í hesum mánaðinum.

Avgerð var eisini tikin um at útseta norðoyarstevnuróðurin, og í gjár varð boðað frá, at nýggj dagfesting er funnin til róðurin.

Á heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya stendur soleiðis:

– Róðrarsamband Føroya og Klaksvíkar Róðrarfelag eru komin ásamt um, at norðoyastevnuróðurin, ið bleiv útsettur vegna korona, verður í Klaksvík leygardagin 24. juli 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder