Fótbóltur

Norðurlendska meistaraheitið í innirógving verður í morgin

Tað plagar at hilnast væl hjá føroyskum rógvarum, og 57 "setur" eru føroysk. Aftur í ár verður kappast netborið.

Føroysku luttakararnir hava sligið seg saman, og kappast í felag fýra støð í landinum, í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági og við Gøtugjógv.  Róðrarsambandið er við í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv og stroymir

Føroysku luttakararnir hava sligið seg saman, og kappast í felag fýra støð í landinum, í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági og við Gøtugjógv.  Róðrarsambandið er við í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv og stroymir

2024-03-01 15:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, leygardagin 2. mars, verður norðurlandameistarakapping í innirógving. 

Kappingin, sum kallast Nordic Indoor Championship, verður skipað uppá skift av limalondunum í Nordic Rowing, og í ár er tað danska róðrarsambandið, sum stendur fyri kappingini. Hini limalondini í Nordic Rowing eru Finland, Svøríki, Noregi og Ísland.

Síðan Covid hevur kappingin verði skipað netborið/virtuelt og tað verður hon eisini hesuferð. Tað ber við sær, at luttakararnir sjálvir standi fyri tilmeldingini og kunnu kappast har tey ynskja. Føroysku luttakararnir hava tó sligið seg saman, og kappast í felag fýra støð í landinum, í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági og við Gøtugjógv. 

Róðrarsambandið er við í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv, har vit stroyma beinleiðis á YouTube vanganum hjá Róðrarsamband Føroya, dagføra úrslitatænastuna og socialu vangar okkar. Áskoðarar eru vælkomnir at heppa uppá rógvarnar. 

390 setur eru tilmeldað til Nordic Indoor Championship 2024 – harav eru 57 føroysk. 

Róðrarsamband Føroya

Sí eisini: 
Sarita, Vár og Zoe eru best í heiminum
Góð úrslit og fleiri persónlig met tl EM/HM í Kekkia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder