Meginumfarið í EM-endaspælinum í Týsklandi er farið í gongd, har tey fýra hálvfinaluliðini skulu finnast. Spenningurin er stórur, men longu eftir at annar helmingurin av liðunum hevur spælt tað fyrsta av fýra umførum, er tað nærum greitt, at Noreg ikki kemur víðari.
Norðmenninir byrjaðu annars EM-endaspælið heilt væl við at vinna við ellivu málum á Póllandi. Síðani rendi Noreg seg inn í Føroyar. Heilt óvæntað hingu Føroyar í og tryggjaðu sær eitt nærum ótrúligt stig, hóast Noreg var á odda við trimum málum, tá tveir minuttir var eftir.
Tann heilt stóra løtan hjá føroyingunum í Berlin: Elias Ellefsen á Skipagøtu fangaði bóltin, fekk brotskast og skoraði trygt - síðani brast ein føroyskur fagnaður á, ið sjálvdan hevur verið sæddur fyrr (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Norsku frásøgumenninir flippa út
Hetta hevur heilt víst sett seg í norðmenninar onkursvegna. Mánadagin taptu teir bólkafinaluna móti Slovenia og fingu harvið einki stig við sær víðari til meginumfarið. Harvið hevði Noreg longu knívin á barkanum seinnapartin í gjár. Tað hevði Portugal eisini, og tað endaði við fimm-máls sigri. Norska verjan var nærum ikki til staðar, og tað endaði 37-32. Norskir miðlar eru harðir við liðið, spælarar og venjarar taka í egnan barm, og hugt verður longu fram ímóti OL-undankappingardystunum í mars.
Øll skandinavisku londini eru við í bólki 2, og stóri spurningurin her er kanska, hvør fer við Danmark víðari. Danska liðið er stórur gull-favorittur, og hóast Luc Steins og Niðurlond fylgdu væl við til stutt inn í 2. hálvleik í gjár, so vóru danir bara nógv sterkari og runnu avstað seinastu løtuna. Mathias Gidsel og hinir vístu styrki, og skil kom á verjuspælið.
Í annaðkvøld verður skandinaviskt brak, sum helst verður um 1. plássið í bólkinum. Svøríki vann lykladyst á Slovenia í gjárkvøldið. Hetta var serliga sterku svensku verjuni og málverjanum Andreas Palicka at takka. Slovenar skulu spæla ógvuliga týðandi dyst móti Portugal í morgin.
EM-meginumfar - bólkur 2 (í Hamborg)
1. umfar - Í gjár, 17. januar
Noreg - Portugal 32-37 (15-18)
Danmark - Niðurlond 39-27 (19-18)
Svøríki - Slovenia 28-22 (11-7)
Danmark 4 stig
Svøríki 4 stig
Portugal 2 stig
Slovenia 2 stig
Niðurlond 0 stig
Noreg 0 stig
2. umfar - í morgin, 19. januar
14.30: Slovenia - Portugal
17.00: Noreg - Niðurlond
19.30: Danmark - Svøríki
Fýra umfør verða spæld í millumumfarinum - man spælir ikki móti tí liðnum, sum man longu hevur spælt ímóti. Stigini við sær eru stigini, sum eru vunnin í innanhýsis dystinum í innleiðandi bólkaspælinum.
Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalurnar. Hvørt lið spælir annan hvønn dag.
EM-millumumfar - bólkur 1 (í Köln)
Ungarn 2 stig
Frakland 2 stig
Eysturríki 1 stig
Kroatia 1 stig
Týskland 0 stig
Ísland 0 stig
1. umfar - Í dag, 18. januar
14.30: Ungarn - Eysturríki
17.00: Frakland - Kroatia
19.30: Týskland - Ísland
Tríggir ógvuliga spennandi dystir í væntu í dag, har serliga vertirnir og Ísland, ið hittast í kvøld, eru kroyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald