Noreg og Týskland spæla klokkan 16:30 HM-finalu.
Norsku kvinnurnar hava verið suverenar í HM-endaspælinum, sum seinastu vikurnar hevur verið í Týsklandi og Niðurlondum, og eru favorittar at vinna. Noreg hevur vunnið sínar átta dystir við fleiri enn 15 málum í miðal.
Týsku viðvertirnir hava havt eitt gott endaspæl og eru í HM-kvinnufinalu fyri fyrstu ferð í 31 ár.
(Mynd: EPA)
Týskland vann fríggjakvøldið halvfinaluna móti Fraklandi, og Noreg vann hálvfinaluna móti Niðurlondum.
HM-finala
Týskland-Noreg kl. 16:30 (TV2)
HM-bronsudystur
Frakland - Niðurlond kl. 13:30 (DR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald