“Færøyene-supportere har tatt over Berlin. Stjeler showet i EM”. Soleiðis skrivar Dagbladet. Eisini Verdens Gang, VG, er ovfarin av føroysku áskoðarunum.
VG skrivar, at umleið 10 prosent av landsins fólkatali er í Berlin í dag, og tí verður tað neyvan norsku áhoyrarnir, ið koma at ljóða harðast, tá liðini skulu hittast leygarkvøldið.
VG hevur tosað við ein av slovensku mótstøðumonnunum hjá Føroyum, Miha Zarabec, sum skoraði sjey mál móti okkum í gjárkvøldið. Hann ávarar ímóti at undirmeta Føroyar.
- Eg trúgvi, at øll kunnu vinna á øllum í bólkinum. Dagsins hondbóltur er kvikur. Hevur tú ein góðan dag, kanst tú vinna á øllum. Tað eru ongi vánalig mótstøðulið í okkara bólki. Skalt tú vera best, so mást tú vísa tað her, sigur Zarabec, sum heldur fram.
- Føroyar eru eitt fantastiskt lið. Hava góðar leikarar og spæla góðan hondbólt. Okkara verja hevði stórar trupulleikar móti teimum. Hetta liðið verður bara betri við árunum. Tað er ikki lætt at spæla móti teimum.
Dagbladet koyrir hinvegin søguna upp á allar teir mælsku føroysku áskoðararnir. Teir vísa á, at tað vóru 967 fleiri áskoðarar til setanardystin í Düsseldorf enn tað eru íbúgvar í Føroyum, men kortini eru tað Føroyar, sum eru stóra søgan, nú teir mundu vunnið á Slovenia.
Og norsku leikararnir geriða eisini blaðnum frá, hvussu ovfarnir teir vóru av at uppliva føroyska rómin í høllini, tá teir møttu upp til at skula spæla næsta dyst.
- Allur endin av høllini var hvítur av fólki, sum stuðlaðu sínum liði. Tað var óvanligt at uppliva, sigur ein av leikarunum, Tobias Grøndahl, sum ávarar um, at norsku leikararnir ikki mugu lata seg stressa av teimum nógvu føroysku áskoðarunum, tá liðini hittast leygarkvøldið.
Noreg vann í gjárkvøldið 32-21 móti Polandi, sum Føroyar skulu spæla ímóti i seinasta innleiðandi bólkadysti mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald