Tað hevur í eina tíð ljóðað, at KÍ skal hava fatur á tveimum spælarum afturat til hópin. Sunnudagin staðfesti Magne Hoseth eisini í samrøðu við Portalin eftir stórsteypadystin, at breiðkast skal um hópin, og at okkurt var ávegis.
Nú er so ein leikari á veg. Íhvussu er sambært norska miðlinum rbnett.no, sum Norðlýsið siterar í dag. Talan er um áleypara, ið skal leggjast afturat vandamikla lokala málskjúttanum og arbeiðsgrevinum Páll Klettskarð.
Sivert Gussiås hevur seinastu trý árini spælt fyri Sandefjord í Eliteserien. Fyrsta árið var áleyparin rímiliga fastur maður og skoraði sjey mál í 30 dystum. Í 2021 og 2022 hevur hann verið innskiftari og bert skorað eitt mál í bestu deildini, vísir Transfermarket.
Gussiås hevur eina fortíð og í ungdómsdeildini og á eykaliðnum hjá Molde saman við hjálparvenjaranum hjá KÍ, Daniel Beg Hestad. Hetta vísir Norðlýsið eisini á. Í 2019 leigaði Molde hann út til Strømmen í næstbestu deildini, har áleyparin, sum er 183 cm høgur, skoraði 12 mál í 27 dystum.
Nú var hann sáttmálaleysur og Hestad og Hoseth hava fingið fatur á honum. Sambært góðum keldum hjá Norðlýsinum ferðast álopsleikarin til Klaksvíkar í dag og verður væntandi kunngjørdur seinni í dag.
Fótbóltur
Norskur áleypari á veg til KÍ
Hann hevur spælt 67 dystir í norsku deildini síðani 2020, men seinastu tvey árini hevur tað mest verið innskiftari. 23-ára gamli Sivert Gussiås hevur eisini verið í Molde saman við hjálparvenjaranum hjá KÍ og kemur til Klaksvíkar í dag, skrivar Norðlýsið.
Sivert Gussiås hevur royndir á høgum støði í Noregi og skal styrkja um álopspartinum hjá føroyameistarunum
2023-03-03 15:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald