Hann hevur nógv ár og nøkur meistaraheitið á baki í heimlandinum, umframt 22 A-landsdystir fyri Noregi og eitt kappingarár í FCK. Í dag hevði hann sín fyrsta almenna dyst sum venjari í Føroyum, og tað gjørdist ein áhugaverd roynd hjá Magna Hoseth og liðið hansara.
KÍ fekk norska miðverjan Vegard Forren riknan av vølli eftir eina rokaliga støðu tíggju minuttor fyri steðgin, men liðið stóð síðani mentalu og fysisku royndina í undirtali, samsstundis sum vandamiklar støður vórðu skaptar frameftir, sigur Magne Hoseth við Portalin.
Hann fegnast um avrikið hjá millum annað ungu leikarunum, og tað at KÍ spælir sum eitt lið - ein eind - og at hetta verður týdningarmikið í oddastríðnum og í Evropa í ár.
Høvuðsvenjarin staðfestir, at KÍ skal hava meira breidd til hópin og væntar, at tað innanfyri næstu vikurnar verða betringar í álopsspælinum.
Mynd: Sverri Egholm
Fótbóltur
Video: - Var deiligt at síggja sum venjari
Nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, fegnast um at hansara spælarar, yngri sum eldri, stóðu mentalu royndina í stórsteypadystinum í dag. - Vit síggja út sum eitt lið, og fara at gerast sterkari næstu vikurnar, staðfestir norðmaðurin eisini.
2023-02-26 21:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald