Fótbóltur

NSÍ - KÍ verður mikukvøldið

Nakað av óvissu hevur verið um dystarásetingina, men nú er greitt, at fyrsta bríksl við Løkin verður 18. september klokkan 19.00.

KÍ og NSÍ bresta saman í vikuni og skulu kappast um at gerast fyrsti avbjóðari hjá B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og NSÍ bresta saman í vikuni og skulu kappast um at gerast fyrsti avbjóðari hjá B36 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-16 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dysturin frá 16. umfari (27/7) varð ásettur til mikudagin 18. september orsakað av evropeisku luttøkuni hjá KÍ. 

NSÍ og KÍ skuldu spæla leygarkvøldið, so at tríggir heilir dagar vóru ímillum dystirnar móti ávikavist B36 og TB og so útsetta dystin, men orsakað av sera ringa veðrinum í gjár vórðu dystirnir fluttir til í gjár, sunnudagin 15/9

Les eisini: B36 setti NSÍ uppá pláss í oddadystinum

Tað var frammi, at dysturin helst fór at verða fluttur til hósdagin, men Norðlýsið skrivar, at dysturin verður mikukvøldið 18. september sum ætlað. 

Dysturin, ið kann fáa sera stóran týdning fyri oddastríðið seinastu umførini, byrjar klokkan 19. Kári á Høvdanum dømir dystin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder