Seinasti dysturin í 6. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spældur í Fuglafirði tíðliga í kvøld, har ÍF tók ímóti NSÍ.
Botnliðið hevði Jóan Paula Jacobsen sum fyribils høvuðsvenjara. Afturat høvuðsungdómsvenjara felagsins vóru lokalar kreftir og hjálptu liðnum. Tað var eisini eitt heilt annað "úttrykk" enn í góðum pørtum av dystunum higartil. NSÍ var á odda 1-0 og 2-1, men ÍF svaraðu báðu ferðir aftir og burdi helst fingið stig.
NSÍ fekk ikki heilt tingini at eydnast, sum man vildi í dag, og í samband við bæði málini var tað lítið sannførandi verju-og málverjuspæl. Uros Stojanov legði tó líka og skoraði síni fyrstu mál í ÍF-blusuni í nærum trý ár. Royndi serbiski áleyparin setti tvær ferðir í 2. hálvleiki bóltin í málið hjá NSÍ. Tað fyrra var í 53. minutti eftir gott innlegg frá Tonni Thomsen úr høgru, og tað seinna tíggju minuttir fyri leiklot eftir at NSÍ onkursvegna ikki fekk ruddað bóltin burtur.
Uros Stojanov í gamla lagnum: Skoraði tvey mál í Fløtugerði í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Petur Knudsen er tó í hópinum hjá NSÍ, og serliga hansara evni tryggjaði NSÍ trý harðvunnin stig móti stríðfúsu fuglfirðingum, sum í løtum stóðu heilt væl og gjøgnum stóran part av 2. hálvleiki eisini hóttu.
Beint fyri steðgin skoraði Petur til 0-1 við flottum beinleiðis frísparki, sum fór inn dygst við nærru stong. 2-1 málið kom eftir dribllingar og frálíkt innlegg úr vinstru. Aðrir lokalir gjørdu eisini bart fyri NSÍ í dag, og var tað miðvallarin Mórits Heini Mortensen, sum stútaði bóltin í málið.
Eftir 2-2 málið hjá Urosi hevði NSÍ skund. Í 89. minutti varð fríspark dømt móti júst áleyparanum hjá ÍF nakað til høgru á egnari hálvu. Aron Kundsen sendi bóltin hart inn í brotsteigin, og har sá tað út sum, at Steffan Løkin fekk snittað bóltin í málið.
Júst Steffan sendi Petur Knudsen avstað tveir minuttir seinni, tá NSÍ fekk meira pláss, í samband við at ÍF satsaði nógv. Petur var ísakaldur og skoraði sítt 6. mál í ár. Við hesum var greitt, at NSÍ lyftir seg upp undir liðuna á KÍ og á 4. pláss. Nógv styrktu uppflytararnir hava megnað at vunnið teir dystirnar, sum man helst skal, og Jens Wedeborg og hansara menn fingu eisini flottan sigur á B36 síðsta vikuskifti - nú er NSÍ eisini frammanfyri júst B36.
Í ÍF-leguni kann man vera rímiliga glaður fyri ymiskar batar, hóast hetta var ein dystur, ið stendur eftir sum ein, har man iðrar seg um, at einki stig kom í hús. Nú sær tað út sum, at Jákup Martin Joensen skal inn at flyta liðið tættari stigum og strikuni.
Skála fekk stig í Sørvági
Á Dungasandi komu bæði málini innafyri nakrar minuttir í 1. hálvleiki. Fyrst gjørdi Ragnar Skála bart, tá hann setti fleiri spælarar av og sendi bóltin væl niður í málhornið. Heimaliðið javnaði við brotssparki, sum Filip Brattbakk trygt tók sær av.
Einki mál kom afturat, men tað var útiliðið, sum var nærri við at fáa øll trý stigini. Uppflytararnir vístu meira enn framvegis nýggja liðið hjá 07 Vestur. Liðið hjá Steffen Landro kundi annars vunnið seg upp á 3. plássið við sigri, men hetta var ikki dagurin hjá 07 Vestur. Fyri Skála var tað kærkomið at fáa eitt stig aftur - í næsta umfari er spenandi botndystur á skránni móti B68.
6. umfar í Betrideildini
ÍF - NSÍ 4-2 (0-1)
Í dag, sunnudagin 21. apríl
Víkingur - B36 4-0 (1-0)
27' Sølvi Vatnhamar (Finnur Justinussen) 1-0
46' Geza David Turi (Sølvi Vatnhamar) 2-0
61' Jákup Johansen (3-0
72' Árni Nóa Atlason (Finnur Justinussen) 4-0
Sí liðuppstillingar og annað her
Her ber til at síggja fleiri frágreiðingar um dystargongdina
Sí myndir frá dystinum
Dystarfrásøgn: Víkingur í stórum stíli - B36 í stórum trupulleikum
07 Vestur - Skála 1-1 (1-1)
27' Ragnar Skála 0-1
34' Filip Brattbakk, br. 1-1
Sí meira um dystin her
Í gjár, leygardagin 20. apríl
KÍ - B68 3-0 (2-0)
38' Páll Andrasson Klettskarð (Dan í Soylu) 1-0
45 (+3)' Páll Andrasson Klettskarð (Issah Ahmed Latif) 2-0
56' Pætur Petersen (Jóannes Kalsø Danielsen) 3-0
Les eisini: Trý mál og trý stig til KÍ
Fríggjadagin 19. apríl
HB - EB/Streymur 2-1 (0-0)
59' Filip Djordjevic (br.) 0-1
66' Áki Samuelsen (br.) 1-1
82' Áki Samuelsen (Hanus Sørensen) 2-1
Les eisini: Áki tryggjaði HB trý stig
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 18 stig
2. HB 15 stig
3. KÍ 12 stig
4. NSÍ 12 stig
5. 07 Vestur 11 stig
6. B36 10 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald