Fótbóltur

Trý mál og trý stig til KÍ

Nógvir skaðar settu eisini dám á heldur løgna dystin við Djúpumýru. KÍ skoraði stutt fyri og stutt eftir steðgin men var annars ikki so sannførandi.

Páll Andrasson Klettskarð heldur fram at skjóta mál: Nú hevur nummar níggju hjá KÍ níggju mál fyri seks dystir í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Páll Andrasson Klettskarð heldur fram at skjóta mál: Nú hevur nummar níggju hjá KÍ níggju mál fyri seks dystir í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-20 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ skuldi á sigurskós aftur eftir tapið fyri HB sunnudagin, og tað eydnaðist eisini við 3-0 sigri á heimavølli móti B68. Hetta ljóðar rímiliga sannførandi hjá skaðaplágaðu føroyameistarunum, sum hava havt tað heldur tungt í ár, men heilt góðu løturnar vóru stuttar. Eitt eisini nakað skert B68-lið hevði eisini tríggjar spælarar, sum fóru av vølli í fyrra hálvleiki við skaða í fyrra hálvleiki.

Tað var heldur ikki fyrrenn tíggju minuttir fyri hálvleik, at KÍ fekk sín fyrsta veruliga málmøguleika. Tá hevði heimaliðið fingið rímiligt tamarhald á dystinum, eftir at tað var ógvuliga rótut og uttan stórvegis góðsku fyrstu stóru løtuna. Pætur Petersen var nær við at beina bóltin í netið - í 38. minutti eydnaðist tað so hjár heimaliðnum. Dan í Soylu spældi sín higartil besta dyst fyri KÍ, og hann legði ein frálíkan bólt inn í B68-brotsteigin, sum Páll Andrasson Klettskarð hegnisliga stýrdi niður í longra málhorn við høvdinum.

Fram til hálvleik sat heimaliðið fullkomiliga á øllum og setti B68 uppá pláss. Í longu yvirtíðini - vegna nógvu skaðarnar - spældi heimaliðið ógvuliga væl: René Shaki Joensen og Mads Boe Mikkelsen spældu bandaspæl mitt fyri, Ahmed Latif varð sendur avstað í vinstru, vinstri bakkurin legði hart og flatt innfyri, og har var nummar níggju aftur til reiðar. Hetta var eisini mál nummar níggju hjá Pálli í Betrideildini.

Skaðar órógvaðu

2-0 í steðginum, og B68 royndi at binda fyri tað mesta av 2. hálvleiki. Hjalti Strømsten og Aleksandur Jensen fóru út fyri steðgin við trupulleikum í knæum - har tað sá møguliga álvarsamt hjá Hjalta. Álvarsamt var tað hjá unga Fríða á Borg, sum sleit hælsinuna. Harvið spælir hann ikki aftur í 2024. 

Aðrir ungir mans komu inn, og liðið hjá Jákupi á Borg royndi at arbeiða sum frægast. B68 hevur tó sínar avbjóðingar, og skaðarnir vera nokk steinur omaná byrðu. KÍ lá í nøkrum løtum framvið og royndi at økja, og tað eydnaðist tíggju minuttir eftir steðgin. Jóannes Kalsø Danielsen kom væl ígjøgnum í brotsteignum, rakti stongina, og so settti Pætur Petersen bóltin ógvuliga heppið í B68-málið. Fyrsta málið hjá Pæturi í bláum.

Haakon Lunov spardi Páll Klettskarð, Árna Frederiksberg og René Shaki Joensen seinasta fjórðingin av dystinum, og virði fór so líðandi úr honum - tó at tað var fínt at síggja nógvar ungar mans á báðum liðunum. Jonn Johannesen kom millum annað inn til sín fyrsta Betrideildardyst í nærum eitt ár.

B68 hevði fleiri stórar málmøguleikar seinasta partin av dystinum. Tað var bæði uppá mótálop og deyðbóltar. Størsta møguleikan fekk Sebastian Lau Nielsen, men Mark Jensen, ið hesaferð vardi KÍ-málið, bjargaði væl. KÍ fekk stigini, og tað var tað so at siga ongantíð nakar ivi um tað. Nú er liðið fyribils á 3. plássinum. Tó skal tað framvegis flyta seg nakað væl, um man skal upp ímóti føroyameistarastigi. Tað er eisini í til dømis steypadystinum móti HB mikukvøldið, at vit veruliga síggja, hvat KÍ kann.

Í mun til tann dystin var tað ein smeitur fyri teir kongabláu, at Deni Pavlovic noyddist skaddur av vøll í fyrra hálvleiki. Hesaferð var tað við vøddaskaða, og spælir sterki serbin tí allarhelst ikki um fýra dagar. Avloysari hansara Mads Boe Mikkelsen fór eisini av vøll imóti endanum, men var hetta helst ikki so álvarsamt.


6. umfar í Betrideildini

Í dag, leygardagin 20. apríl
KÍ - B68 3-0 (2-0)
38' Páll Andrasson Klettskarð (Dan í Soylu) 1-0
45 (+3)' Páll Andrasson Klettskarð (Issah Ahmed Latif) 2-0
56' Pætur Petersen (Jóannes Kalsø Danielsen) 3-0

Í gjár, fríggjadagin 19. apríl
HB - EB/Streymur 2-1 (0-0)

59' Filip Djordjevic (br.) 0-1
66' Áki Samuelsen (br.) 1-1
82' Áki Samuelsen 2-1

Í morgin, sunnudagin 21. apríl
15.00:

Víkingur - B36
07 Vestur - Skála

17.00:
ÍF - NSÍ


Støðan í Betri deildini hjá monnum

1. Víkingur 15 stig
2. HB 15 stig*
3. KÍ 12 stig*
4. B36 10 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig*
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig*
10. ÍF 0 stig

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder