Ein dystur í 16. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spældur í Runavík í gjárkvøldið. Har lat NSÍ ongan iva verða um, hvat betra liðið var.
Longu eftir fýra minuttir var 2-0 - eftir tvey góð mál - og teir í gulum og svørtum skaptu nógvar góðar støður áðrenn 74. minutt, tá tað "endiliga" eydnaðist at skora aftur.
Tá gjørdist eyðsýndi Petur Knudsen tvífaldur málskjútti, og fimm minuttir seinni kom Klæmint Olsen, sum legði væl upp til tey bæði málini tíðliga í dystinum, eisini á málvtalvuna. Gott eystanstevnuundirhald fyri serliga heimaáskoðarnar.
Tað sá ikki so gott út í verjupartinum hjá 07 Vestur, og skapti liðið hjá Dan Brimsvík fáar møguleikar hinvegin. Nakað av útskifting verður í hópinum hjá 07 Vestur í vetur.
28 stig fyri summarsteðgin, og harvið hevur NSÍ fimm stig og sjey stig niður til ávíkavist B36 og 07 Vestur.
Sum bolt.fo skrivar, so var hetta seinasti dystur fyri NSÍ hjá sviunum Adi Terzic og Konrad Gustafsson. Teir hava verið fastir menn í ávíkavist miðverju og á sentrala miðvøllinum. Helst fær NSÍ onkran styrk inn innan næstu tíggju dagarnar.
16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í gjár, fríggjadagin 05.07
NSÍ - 07 Vestur 4-0 (2-0)
1' Beinir Nolsøe (Klæmint Andrasson Olsen)
4' Petur Knudsen (Klæmint Andrasson Olsen)
74' Petur Knudsen (Konrad Gustafsson)
79' Kæmint Andrasson Olsen (Konrad Gustafsson)
Sí meira um dystin her
Bornbrak setur punktum
Um eina løtu fara ÍF og EB/Streymur á vøllin í Fløtugerði. ÍF er einasti liðið uttan sigur í Betrideildini, og hetta er ein av dystunum, har aftasta liðið skal hava stig.
EB/Streymur kann hinvegin vinna seg upp ímóti niðurflytingarstrikuni. Liðið er styrkt til hendan dystin, í mun til hann í Sarpugerði fyri viku síðani (Mikkjal Hellisá, Andras Olsen og Rógvi Egilstoft)
Dysturin í Fløtugerði byrjar klokkan 14. Til ber at fylgja við á forsíðuni á Portalinum.
16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 06.07
14.00: ÍF - EB/Streymur
Hósdagin 04.07
Víkingur - HB 2-0 (0-0)
Sí meira:
Víkingur tók risa fet móti FM
Teitur Matras Gestsson: Lorta støða í mun til FM
Bárður á Reynatrøð: - Umráðandi men nógv er eftir
Myndir: Víkingur dregur frá í meistarastríðnum
KÍ - B36 4-2 (1-1)
Sí meira um dystin
Les eisini: Sarpugerði karmur um størsta dystin higartil í kappingasrárinum
Í gjár, mikudagin 03.07
Skála ÍF - B68 1-1 (0-1)
Sí meira um dystin her
Les eisini:
Fingu hvør sítt stig á Skála
Jákup og Jákup eru ikki heilt nøgdir
Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 45 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 36 stig
4. NSÍ 28 stig
5. B36 23 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 14 stig
8. B68 11 stig
9. EB/Streymur 7 stig *
10. ÍF 3 stig *
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald