Fótbóltur

NSÍ kann taka oddasessin - HB og Víkingur skulu nærkast

Trý av ovastu liðunum spæla ímóti teimum trimum niðastu í dag, og oddastríðið kann aftur harðna.

HB og Víkingur renna aftaná liðunum omanfyri (Mynd: Jens Kr. Vang)

HB og Víkingur renna aftaná liðunum omanfyri (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-18 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár avgjørdi B36 dystin ímóti TB 20 minuttir fyri tíð og legði seg harvið á odda í Betrideildini. Í gjárkvøldið tók KÍ ímóti Skála. Hóast talan er um sterkasta liðið í niðaru hálvu av stigatalvuni, so var stigdeildingini eitt vónbrot og eitt afturstig hjá KÍ; serliga eftir at klaksvíkingar vóru á odda 2-0 miðskeiðis í 1. hálvleiki. 

[object Object]
(NSÍ og HB stríðast hart í oddinum)

Kappingin gerst ikki minni spennandi av, at ein av fremstu FM-biðlunum misti stig. NSÍ kann nú fara trý stig frammum KÍ, og HB og Víkingur kunnu nærkast. Trý stig eru eitt krav hjá hesum liðunum og serliga hjá teimum báðum steypafinalistunum, ið liggja nakað aftanfyri.

AB er í góðum stima fyri tíðina við sjey stigum í trimum dystum eftir summarsteðgin og er nakað vekk frá niðurflytingingarplássi nú. NSÍ var í trupulleikum ímóti ÍF, men vísti styrki ímóti endanum. Tað hevur helst nakað av týdniningi at leggja seg á odda aftur, og í dag eru Petur Knudsen og Bárður Hansen aftur hjá NSÍ eftir leikbann. 

[object Object]
(AB og EB/Streymur hava sera truplar uppgávur í dag)

Hjá bæði HB og Víkingi er setningurin greiður í dag. Trý stig skulu í hús á heimavøll, um FM-vónin av álvara skal liva hjá hesunum liðunum, ið eru nøkur stig aftanfyri, og fara at hava ein dyst fleiri enn B36 og NSÍ og tveir fleiri enn KÍ klokkan 17.00. Hetta eru ikki dystirnir, har ÍF og EB/Streymur skullu hava stig, men um tað eydnast í dag hjá einum ella báðum niðastu liðunum, so er tað eitt stórt bonus. EB/Streymur fekk javnleik í Sarpugerði fyrr í ár.

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara, og vit taka samanum eftir dystirnar.

Betrideildin 19. umfar
18.08 - allir byrja klokkan 15 :

AB - NSÍ
Víkingur - EB/Streymur
HB - ÍF 


Í gjár: 

KÍ - Skála 2-2 (2-2)
2' Boris Dosljak 1-0
22' Jóannes Bjartalíð 2-0
43' Haraldur Reinert Højgaard 2-1
45' Sjálvmál

Gundadalur, 17.08,  
B36 - TB 3-1 (2-1)
3' Stefan Radosaljevic 1-0
33' Lukasz Cieslewicz 2-0
41' Ragnar Tausen 2-1
71' Alex Mellemgaard (br.) 3-1

Støðan: 
1. B36 (41 stig) 18 dystir
2. KÍ (39 stig) 17 dystir
3. NSÍ (39 stig) 17 dystir
4. HB (35 stig) 18 dystir
5. Víkingur (35 stig) 18 dystir
6. Skála (25 stig) 19 dystir
7. TB (18 stig) 19 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 18 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder