Fótbóltur

NSÍ og B36 skulu royna at hanga í

Liðini hava ávíkavist fimm og seks stig upp til HB. Bæði eru risafavorittar í kvøld.

NSÍ hevur higartil vunnið trygt á botn-fimm liðunum. EB/Streymur skal royna at gera tað torført fyri B36 í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevur higartil vunnið trygt á botn-fimm liðunum. EB/Streymur skal royna at gera tað torført fyri B36 í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-12 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu dystirnir í 7. umfari í Betrideildini verða bríkslaður í gongd klokkan 19 í kvøld. Annar á Eystanstevnu í Runavík og hin í Gundadali.

Trýstið er á heimaliðunum, ið skulu vinna fyri at fyribils nærkast HB, ið eisini er stórfavorittur á heimavølli í morgin, tá Skála vitjar. 

B36 og NSÍ hava seinastu árini vunnið teir allarflestu dystirnar móti botn-fimm liðunum, og hóast EB/Streymur í tveimum av dystunum í 2018 fekk stig móti B36, so bendir ikki nógv á, at liðið, sum bert hevur skorað fýra mál í ár (einki í teimum trimum uppgerðunum móti topp-fimm liðunum) fer at megna at gera tað í kvøld. 

Les eisini: 
57-9 til topp-fimm liðini
22 sigrar á rað móti botn-fimm liðum

AB hevur bert skorað try mál, men hevur eisini spælt ímóti øllum hinum topp-fimm liðunum. Spurningurin er so, um NSÍ ger eins og KÍ, HB og B36, ið sera greitt vunnu á AB, ella sum Vìkingur, ið bert fekk eitt stig á Argjum. NSÍ plagar at vinna greitt á AB, og um ein sigur á Eystanstevnu gerst veruleiki, so eru bert tvey stig upp til HB fyribils, og liðið liggur eisini á 2. plássið, tá umfarið er av 

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad er nakað darvaður av skaða. AB vitjar við Løkin á Eystanstevnu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hjá NSÍ er Jóhan Troest Davidsen framvegis skaddur. AB fer at spæla uttan skadda Rógva Poulsen og leikbannaða Jákup Paula Breckmann.

B36 skal reisa seg eftir tveir ósigrar, men er framvegis uttan Símun Rògva Hansen, Erling Dávidsson og Hugin Samuelsen, ið eru skaddir, og Alex Mellemgaard ið situr sín seinna dyst uttanfyri við leikbanni. Harafturat hevur Sonni Ragnar Nattestad verið ivasmur í vikunu. Leigusveinurin hjá EB/Streymur úr B36 er skaddur, og tað er Poul G. Olsen eisini enn. Teitur Debes Olsen hevur leikbann orsaka av ov nógvum gulum kortum. 

Vit dagføra frá báðum dystunum og hava myndir úr Gundadali.
 
7. umfar í Betrideildini: 
Fríggjadagin 12.06

19.00: B36 - EB/Streymur
           NSÍ - AB

Leygardagin 13.06
14.00: TB - ÍF
17.00: HB - Skála
19.00: KÍ - Víkingur

Støðan: 
1. HB (18 stig) 
2. NSÍ (13 stig) 
3. KÍ (13 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (11 stig) 
 6. ÍF (9 stig) 
7. EB/Streymur (6 stig) 
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig) 
10. Skála (1 stig) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder