Seinasta umfar í VFF Cup er í dag á skránni í Gundadali. Mest spenningur er um dystin, sum verður klokkan 17.00 ímillum Skála og HB. Hesi liðini spæla finaluna í kappingini á Tórsvølli.
Fyrstu dystirnir fóru í gongd klokkan 11.00. EB/Streymur kom á odda í dystinum um 3. plássið. Eins og sunnudagin var tað Gestur B. Dam, ið skoraði fyri EB/Streym. NSÍ svaraði tó aftur, og Jann Benjaminsen skoraði tvær ferðir fyri runavíkingar.
B36 og Víkingur hittust fyri longu triðju ferð í ár. Heldur ikki hesuferð megnaði víkingarnir at vinna á B36, ið skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki. Harvið endar B36 nummat 7 í kappingini.
NSÍ-EB/Streymur 3-1 (1-1)
0-1 Gestur B. Dam
1-1 Jann Benjaminsen
2-1 Jann Martin Mortensen
3-1 Jann Benjaminsen
B36-Víkingur 2-0 (1-0)
1-0 Benjamin Heinesen
2-0 Eli F. Nielsen
Til ber at síggja meira um dystirnar her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald