Fótbóltur

NSÍ sett nýggjan høvuðsvenjara

Allan K. Jepsen verður nýggjur venjari hjá runavíkingum.

Dánial Hansen, formaður í NSÍ og Allan K. Jepsen (Mynd: NSÍ)

Dánial Hansen, formaður í NSÍ og Allan K. Jepsen (Mynd: NSÍ)

2020-10-24 19:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danin Allan K. Jepsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá runavíkingum.

Allan er 43 ára gamal, og hevur nógvar royndir sum leikari, hann hevur spælt í Danmark, Týsklandi, Hollandi, Svøríki og Skotlandi á hægsta støði.

Hann hevur sum venjari verið partur av ungdóminum hjá AGF, hjálparvenjari hjá AGF og AaB í bestu donsku deildini.

- Allan passar inn í framtíðarætlanina hjá NSÍ, har hann kemur at arbeiða í felagnum fulla tíð. Hann kemur at hava høvuðsuppgávuna av besta liðnum, umframt at Allan verður sjónligur í felagnum, sigur NSÍ um nýggja venjaran.

Sáttmálin er galdandi frá í dag og til og við 2022.

Sviin Glen Ståhl hevur annars verið venjari gulu vespunum seinasta árið, men hann varð koyrdur til hús síðst í september mánað orsakað av ósemju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder