NSÍ hevur seinastu tríggjar dystirnar leikt ímóti øðrum liðum í oddinum. Beint áðrenn summarsteðgin í Gundadali og ímóti HB sunnudagin var NSÍ við undirlutan í spæli og møguleikum, men fekk útjavnandi málið. Í Sarpugerði fyri tíggju døgum síðani vóru runavíkingar aftanfyri 2-0 í steðginum, men vendu til 3-2 eftir ein frálíkan 2. hálvleik.
Harvið er liðið hjá Guðjóni Tórðarssyni komið væl ígjøgnum hesar dystirnar, og er bert tvey stig frá fyrsta plássinum undan komandi fýra dystunum, sum allir eru ímóti botn-fimm liðnum. Fyriuttan dystin á Skála í 3. umfari hevur NSÍ verið perfekt í dystunum ímóti liðum úr niðaru hálvu, og í kvøld er botnproppurin á skránni á útivølli.
ÍF er í stórum trupulleikum. Fuglfirðingar taptu 3-1 á Argjum sunnudagin, og nú eru fýra stig upp til strikuna. Tað er tó framvegis ein realistiskur møguleiki fyri, at 07 Vestur ikki megnar at enda í topp-trý í 1. deild, og harvið fer niðasta liðið í Betrideildini ikki niður. ÍF megnar í løtum í dystum at fylgja við ímóti ovaru liðunum, men hevur ikki megnað at tikið nakað stig í teimum dystunum. Tó var tað tætt uppá ímóti júst NSÍ í 6. umfari, har fuglfirðingar vóru á odda 1-0 við Løkin miðskeiðis í 2. hálvleiki, men runavíkingar skoraðu, sum so ofta í ár, seint í dystinum og vunnu 3-1.
Til ber at fylgja gongdini - støðu og málskjúttum - á forsíðu okkara.
Betrideildin - 15. umfar
Í Fløtugerði, 14.08 (Útsettur frá 30.06)
(18.30): ÍF - NSÍ
Støðan:
1. KÍ (38 stig) 16 dystir
2. B36 (38 stig) 17 dystir
3. NSÍ (36 stig) 16 dystir
4. HB (35 stig) 18 dystir
5. Víkingur (35 stig) 18 dystir
6. Skála (24 stig) 18 dystir
7. TB (18 stig) 18 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 17 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald