Trý stig og 13 mál á muni. Har skal henda heilt nógv í morgin, um KÍ skal yvirhála NSÍ og vinna sítt sætta føroyameistaraheitið á rað.
NSÍ hevur ikki tapt nakran dyst í endaspælinum og hevur víst meira enn KÍ og Víkingur. Talan er tí ikki beinleiðis um spennandi FM-stríð áðrenn seinasta umfar.
Tað skal ein risa sigur til hjá KÍ í Havn móti HB,fyri at ivi skal koma um søguliga meistaraheitið og greipuna hjá NSÍ.
Tær í gulum skulu royna at gera sítt í Sarpugerði og fáa stig - so er eingin ivi. Víkingur endar eftir øllum at døma við bronsuni.
NSÍ var omaná móti Víkingi í steypafinaluni 5. oktober, har tað endaði 4-1 (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ vann steypafinaluna fyri 13 døgum síðani, og tað var triðju ferð uppá fýra ár. Felagið hevur tó einki FM á kvinnusíðuni enn.
Báðir dystirnir í seinasta umfarinum í FM-bólkinum byrja klokkan 12.30.
Seinasta umfar í Betrideildini
Í morgin, leygardagin 19.10
12.30: Víkingur - NSÍ
12.30: HB - KÍ
Støðan:
1. NSÍ 46 stig (+94)
2. KÍ 43 stig (+81)
3. Víkingur 40 stig
4. HB 27 stig
Televarpið vísir báðar dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald